Vit skulu við til borðs

Tann tíðin skal vera farin, tá ið tað bara er danska stjørnin, sum skal umboða okkum úti í stóru verð

Føroyingar skulu taka størri ábyrgd av okkara uttanríkispolitisku viðurskiftum. Í frágreiðingini, Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt í sambandi við ólavsøkurøðuna í gjár, segði hann, at stundin er komin at Føroyar verða sjónligari á altjóða pallinum. 

 

– Verandi støða er ikki nøktandi fyri Føroyar og tí hevur landsstýrið sett sær fyri, at uttanríkispolitiska lógin skal endurskoðast við tí endamáli at fáa avmarkingar og forðingar burtur, og soleiðis at vit kunnu fáa fleiri og betri handilssambond og sáttmálar við onnur lond.

 

– Tíðin er komin til, at vit í nógv størri mun røkja okkara egnu uttanríkispolitisku áhugamál sum Føroyar, og ikki undir einum øðrum navni, sigur løgmaður í frágreiðingini.

 

Uttantíkispolitiska lógin skuldi nettupp geva okkum størri rásarrúm í uttanlandsviðurskiftum, men Løgmaður hevur áður sagt, at fleiri dømi eru um, at hon forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi. Eitt nú verða Føroyar og Grønland samantvinnað, hóas tað verri enn so er altíð, at føroysk og grønlendsk sjónarmið eru tey somu.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, hevur eisini sagt, at sostatt kunnu vik ikki røkja okkara egnu fiskiveiðuáhugamál í økisfelagsskapum í Norðuratlantshavi og ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum.

 

– At Føroyar ikki eru limir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Danmark viðhvørt hava mótstríðandi áhugamál og lógin forðar fyri, at Føroyar sleppa upp í avtalur og felagsskapir, har Danmark longu er. Tí sleppa vit til dømis ikki uppí EBS-samstarvið ella heimshandilsfelagsskapin WTO, hevur Poul Michelsen sagt.

 

– Lógin hevur ikki tænt sínum endamáli, tí danskir myndugleikar hava tulkað hana óbrúkiliga strangt, og tí ber heilt einfalt ikki til hjá okkum at røkja og fremja føroysk áhugamál í altjóða samfelagnum, er áskoðanin hjá landsstýrismanninum

 

Aksel V. Johannesen sigur, at semja er gjørd við donsku stjórnina um at seta ein bólk av embætisfólki at kanna, hvørjir møguleikar eru. 

 

– Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst, og tá fáa vit at síggja, hvat spyrst burturúr, sigur hann. Hann leggur afturat, at verður niðurstøðan tann, at vit ikki kunnu koma nevnivert longur innan fyri núverandi ríkisrættarligar karmar, kemur tað ikki óvart á hann.