Eftir dystin millum Neistin og StÍF fingu vit orðið á Andre Danielsen hjá strandingum. Hann var hampiliga væl nøgdur við fyrra hálvleik, men lat illa at seinna hálvleiki.
- Munurin á liðunum er at kalla eingin í dag. Vit koma væl frá byrjan, men í seinna hálvleiki sløsa vit alt burtur. Vit spæla stutt sagt ótrúliga illa, samstundis sum teirra spæl gerst betri, og hetta gevur okkum trupulleikar. Teir kempa meir enn vit í løtum í seinna hálvleiki, men eg haldi, at eru vit villir nokk, so kunnu vit saktans vinna teir.