Vit spara einki við at leingja bíðilistarnar

Í juli mánaði boðaði Heilsumálaráðið frá, at sambært útrokningum hjá ráðnum, fór játtanin til sjúkraviðgerð uttanlands í ár ikki at halda. Tí blivu sjúklingar, sum ikki høvdu bráðfeingis tørv á viðgerð, settir á bíðilista.

Hetta við bíðilistum, hevur ofta verið viðgjørt fyrr, men eg loyvi mær kortini at endurtaka, at langir bíðilistar eru í longdini ikki nøkur sparing – tvørturímóti.

 

Tað at bíðitíðin til sjúkraviðgerðir er long, merkir, at fólk í nógvum førum skulu ganga fyri einki í langa tíð, meðan tey bíða eftir eini viðgerð, sum ofta kann avgreiðast eftir lítlari løtu. Og meðan tey bíða og eru óarbeiðsfør, er ikki óvanligt, at tey fáa veitingar frá Almannastovuni.

 

Tað sum landið á henda hátt sparir á játtanini til heilsumál, verður mist aftur á játtanini til almannamál. Talan er sostatt um at flyta útreiðslur ímillum tvær konti hjá sama kassa. Tað er ikki at spara!

 

Um vit harafturímóti stytta bíðilistarnar, so kostar tað í fyrsta umfari at seta fleiri fólk í viðgerð, men í longdini viðførir hetta, at vit fáa eitt størri tal av frískum, arbeiðsførum og vælnøgdum borgarum, sum ikki hava tørv á hjálp frá Almannastovuni. Og tá ið bíðilistarnir eru burtur, lækkar talið av viðgerðum niðuraftur á sama støði sum tað er í dag. Almennu útreiðslurnar til sjúkraviðgerð lækka tí aftur, og harumframt lækka útreiðslurnar á almannaøkinum eisini, tí færri eru sjúk. Afturat hesum økjast inntøkurnar hjá landskassanum, tí fólk koma skjótari út aftur í arbeiðslívið.

 

Fíggjarlógin fyri 2010 verður løgd fyri løgtingið um stutta tíð. Undirskotið er stórt, so tað er freistandi at skerja allastaðni, har nakað er at skerja. Men at spara sjúkraviðgerðir burtur, lækkar ikki útreiðslurnar hjá almennu Føroyum. Tvørturímóti!