- Vit stríðast fyri pengarnar

Lúka, mála og rudda. Tað er dagligdagurin hjá Hjørti Ellingsgaard Rasmussen og Eyðun Poulsen í tvær vikur.
- Hetta er strævið lív, og vit mugu arbeiða hart, sigur Eyðun við einum smíli. Hann er 15 ára gamal og býr á Argjum.
- Vit arbeiða ikki ordiliga alla tíð. Tað er eisini tíð til at slappa eitt sindur av og sparka fótbólt ella gera okkurt annað, sigur 15 ára gamli Hjørtur.
- Ja, tað er ein góð blanding millum arbeiði og avslappan, sigur Eyðun.

Keypa tríhjólaðan bil
Talan er um fyrstu ferð í ’Ung í Arbeið’ hjá báðum dreingjunum.
- Eg søkti eisini í fjør, men fekk tað ikki. Tá bleiv eg nokk so skuffaður, sigur Eyðun, sum umframt Ung í Arbeið eisini arbeiðir í FK.
- Tað er altíð gott at tjena sær nøkur oyru eyka. Familjan fer at ferðast í vetur, so tá vil eg gjarna hava nakað av lummapeningi, sigur Eyðun.
- Eg royndi eisini at søkja í fjør, men fekk tað heldur ikki. Tað tók eg ikki so tungt, tí so fekk eg bara tað meira í feriu, sigur Hjørtur.
- Men eg eri ordiliga glaður fyri at hava fingið tað í ár. Eg ætli at brúka pengarnar upp á ein kulan tríhjólaðan bil, sum eg havi sæð onkran koyra her í býnum, sigur Hjørtur flennandi.

- At mála er nokk betri
Sambært Hjørti og Eyðun so arbeiða teir nógv og hart.
- Um kvøldini tá eg komi heim, eri eg ordiliga móður. Men tað er kanska bara eitt tekin, um at man hevur gjørt nakað til nyttu, sigur Hjørtur við einum smíli.
- Hóast tað er strævið, so dámar mær væl, at man kemur í eina rutinu. Hevði eg ikki verið her, hevði eg nokk bara sovið til út á seinnapartin, hóast eg ikki hevði havt hug til tað, sigur Eyðun avgjørdur.
Uppgávurnar hjá teimum ungu variera nakað, og teir báðir ungu dreingirnir eru ei heldur í iva, hvat teimum dámar best.
- Tað er at mála. Teir fyrstu tríggjar dagarnar gjørdu vit ikki annað enn at lúka, og tað gjørdist kanska í so keðiligt, sigur Hjørtur smáflennandi.
- Vit ætlaðu at mála longu tann næsta dagin, men tá var málingaútgerðin ikki komin, og triðja dagin regnaði tað, so tað var einki annað at gera enn at lúka, sigur Eyðun.
- Men eg gevi Hjørti rætt í, at tað er væl stuttligari at mála enn at lúka.

Tað besta: Pengarnir
Tey ungu fáa fyri at arbeiða í tvær vikur 6500 krónir. Tað er ikki so lítið hjá einum ungum at fáa.
- Tað besta við at arbeiða her er pengarnir. Eg havi nokk ongantíð fingið so nógvar pengar í løn, sigur Hjørtur.
- Eitt annað, sum er ordiliga gott, er at síggja, at man hevur gjørt ein mun, sigur Eyðun.
- Ja, sigur Hjørtur, vit skuldu lúka eina grúsgøtu undir Fjalli, sum við tíðini var vorðin til meira gras enn grús. Uppgávan sá eitt sindur møtimikil út, men vit gjørdu tað, og nú er gøtan vøkur og góð aftur, sigur Hjørtur stoltur.
- Eg eri eisini ordiliga glaður fyri, at vit hava fingið ein so góðan bólkaleiðara, sum er okkum ein góð fyrimynd. Hann er eitt sindur strangur, men tað skal hann jú vera, sigur Eyðun flennandi, meðan Hjørtur nikkar samtykkjandi.

Næsta ár – ikki so tíðliga upp
Er tað upp til dreingirnar at avgera, so átti ein broyting at verðið framd næsta ár.
- Man burdi byrja nakað seinni um dagin. Kl 7 er í so tíðliga at fara upp, heldur Hjørtur skemtiliga fyri.
- Fer man seinni til arbeiðis, fær man eisini seinni frí, so eg haldi, at tað er fínt at byrja tíðliga. Men kanska eitt sindur minni av lúking, sigur Eyðun við einum smíli, áðrenn teir báðir ungu dreingirnir taka pensilin í hond og aftur fara í holt við at mála.