Vit útflyta fyri nógv meiri enn vit innflyta fyri

Vøksturin í føroyska búskapinum heldur fram. Bæði innflutningur og útflutningur veksur. Men útflutningurin veksur meir

?Fyrsta ársfjórðing í ár útfluttu vit fyri 64 milliónir fleiri enn vit innfuttu fyri.

Tá er inn- og útflutningur av skipum ikki talt uppí.

Hetta vísa fyrbils hagtøl fyri innflutning og útflutning okkara fyrsta ársfjórðing í ár.

Tølini vísa, at tað er framvegis gongd í føroyska búskapinum.

Men meðan innflutningurin í áttatiárunum var munandi størri enn útflutningurin er tað nú akkurát øvugt.

Tí hesi seinastu árini hevur útflutningurin verið væl størri enn innflutningurin.

Og hendan gongdin heldur fram, í hvussu so er tað, sum farið er av hesum árinum.

Sostatt er tað nú yvirskot á handilsjavnanum nú, afturímóti einum stórum undirskoti øll áttatiárini.

Tey nýggjastu tølini vísa, at fyrsta ársfjórðing í ár var útflutningurin 725 milliónir krónur.

Ongi skip vóru útflutt fyrsta ársfjórðing í ár.

Samstundis var innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár 612 milliónir, tá ið skip eru tald uppí.

Men skip eru dýr og gera stóran mun, tá ið handilsjavnin verður gjørdur upp. Og fyrsta ársfjórðing í ár innfluttu vit skip fyri 41 milliónir.

So innflutningurin av vørum til ymisk endamál var 571 milliónir, tá ið skip eru tald frá.

Sostatt er útflutningurin av ymsum vørum heilar 154 milliónir størri enn innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár. Verða skipini tald uppí, er avlopið á handilsjavnanum 113 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár.


Væl meiri enn í fjør

Verða tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár samanborin við í fjør, vísa tey, at avlopið á handilsjavnanum er væl størri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør.

Fyrsta ársfjorðing í fjør útfluttu vit fyri 654 krónur, tá ið skip eru tald við. Samstundis útfluttu vit skip fyri 23 milliónir. So uttan skip var útflutningurin 631 fyrsta ársfjórðing í fjør.

Samstundis innfluttu vit fyri 576 milliónir í fjør, av teimum vóru skip 35 milliónir.

Tvs, at innflutningurin uttan skip var 541 milliónir í januar-mars í fjør.

Men av hesum sæst, at verða skipini tald uppí, er avlopið á handilsjavnanum 113 milliónir í januar-mars í ár, afturímóti 78 milliónir í fjør, tvs 35 milliónir. Men verða skipini ikki tald upp í, er avlopið á handilsjavnanum 64 mió størri fyrsta ársfjórðing í ár, enn í fjør.