- Vit hava hava tikið Føroyar, nú verður tað Danmark, og aftaná taka vit heimin, sigur sangarin í bólkinum The Dreams, sum í kvøld spældi seg í finaluna í danska Grand Prixnum The Dreams vóru í kvøld við í seinnu hálvfinaluni í danska Grand Prixnum, og tað eydnaðist bólkinum at vinna fram millum teir fýra bólkarnar, sum komu til finaluna, ið verður hildin 2. februar.
- Tað gekk sera væl at spæla, og úrslitið var eisini gott. Hetta var tað, sum vit vónaðu, segði Hans Edward Andreasen við Rás 2 í kvøld, sum ikki helt, at tað var nakað serligt at spæla beinleiðis í donskum sjónvarpi.
- Nei, hatta var sum at spæla í høllini á Hálsi ? tað var ikki nógv øðrvísi.
The Dreams skulu tann 2. februar verða við í finaluni í danska Grand Prixnum, og tann 8. februar gevur bólkurin fløgu út í Danmark. Hetta er ein fløga við rocksangum á donskum.
- Vit hava hava tikið Føroyar, nú verður tað Danmark, og aftaná taka vit heimin, sigur Hans Edward Andreasen.
Áhugi er longu fyri The Dreams uttan fyri Danmark, og bólkurin ætlar sær ikki at halda fram við at syngja á donskum. Eftir útgávuna og framførslur í sambandi við hana í Danmark, ætlar bólkurin at skifta til enskt mál og royna at sleppa longur út í heim.