Grækaris Djurhuus Magnussen
Eftir at ICES herfyri mælti til munandi skerjingar í veiðuorkuni í føroyskum sjógvi, segði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, at neyðugt verður at skerja fiskidagatalið við umleið 30 prosentum.
Stutt eftir mótmælti Føroya Reiðarafelag ætlanunum hjá landsstýrismanninum.
Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, segði við Sosialin tá, at flotin als ikki tolir at missa fiskidagar.
Verða so nógvir fiskidagar tiknir frá flotanum, so siglir ongin bátur, heldur ikki útróðrarflotin tolir slíkar skerjingar, segði Jákup Sólstein.
LVÚ tekur undir við Reiðarafelagnum
Í einum tíðindaskrivi sigur Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, at felagið tekur fult undir við Føroya Reiðarafelag um, at íløgustuðulin skal halda fram aftan á várið 1998.
Tað kann heldur ikki koma upp á tal, at útróðrarflotin skal skejast 30 prosent. Myndugleikar og persónar, sum mæla til hesar skerjingar, mugu gera sær greitt, at kontórvinnan og almennir stovnar framhaldandi kunnu sigla á ?luxusklassa³. Alt meðan veiðiflotin søkkur til botns, sigur Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna.
Felagið heitir á myndugleikarnar at stýra við skili, og ikki í ráðaloysi.
Seismikkurin
styggir fiskin
Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna vísir eisini á, at tað, sum náttúran ikki lagar fyri flotan, fer seismikkurin ivaleyst at gera.
Martin Strøm sigur við Sosialin, at tað er ein veruleiki, at seismikkurin styggir fiskin burtur í fleiri samdøgur, eftir at seismikkurin er skotin.
Tað sóu vit greið tekin um í teimum økjum, seismikkur varð skotin í fjør, sigur Martin Strøm.
Hann heldur tí, at tað er í evstu løtu, at avvarandi myndugleikar taka vandamálið við seismikkinum upp við vinnufeløgini.
Skulu vit so oman á tað heila skerjast við einum 30 prosentum, so kunnu vit tað sama pakka saman, sigur formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna við Sosialin.