Vit fingu orðið á Knút Vesturtún hjá EB/Streymi ein góðan tíma eftir dystin í gjár. Menn høvdu verið í brús, dysturin var farin aftur um og hevði lagt seg eitt sindur.
- Hatta var ein fínur dystur og eg rokni við, at tað var stuttligt at vera áskoðari í dag, sigur eiðismaðurin sum tað fyrsta, tá vit fáa orðið á hann.
- Dysturin hevði nógva ferð og var ógvuliga spennandi. Tað var rættiliga tungt at spæla, vøllurin er stórur og vit spældu øgiliga leingi, og so er tað sjálvandi keðiligt at tapa, sigur Knút Vesturtún.
- Vit fáa eisini ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki, og spæla eisini við einum manni færri í einar tjúgu minuttir. Tað ger tað sjálvandi eyka strævið hjá okkum hesa løtuna, og so var orkan eisini tað minni móti endanum, heldur Knút Vesturtún.
Flestu áskoðararnir munnu helst eisini taka undir við Knúti í, at tað var stuttligt at fylgja dystinum frá síðulinjuni. Tað merktu leikararnir eisini, tí stuðulin var øgiligur, sum liðini fingu.
- Tað munnu vera fá lið, sum hava so góðar áskoðarar sum vit. Sjálvt á útivølli í Havn stuðla tey okkum so væl, so tey eru fantastisk, staðfestir Knút Vesturtún.
Nøgdir við avrikið
Tað er keðiligt at tapa, og tað ásannar miðverjuleikarin hjá EB/Streymi eisini, men tá tað er fingið upp á pláss, so er hevur hann hug at sláa fast, at hann er væl nøgdur við leikliga avrikið.
- Vit arbeiddu væl og skaptu fleiri kjansir, og eg haldi at vit gera tað øgiliga gott. Í mun til dystin móti B68 var hetta munandi betri, og tað kunnu vit so taka við okkum til næsta dyst, er metingin frá Knút.
Spurdur um hvussu lagið var eftir dystin, sum nú varð avgjørdur við brotssparkskapping, svarar Knút Vesturtún soleiðis.
- Vit vistu framman undan, at tað var ein møguleiki at tað endaði við brotssparkskapping, tí tað skal jú avgerast. Men bæði liðini spældu fyri at vinna, og tað var eisini rættiliga sjónligt.
- Tað so við nokkso blandaðum kenslum, at vit hyggja aftur á dystin, men vit kunnu vera nøgdir við avrik okkara. Og nú eru vit so úti úr steypakappingini, og fara so at leggja okkum eftir FM, sigur Knút Vesturtún sum eina síðstu viðmerking.