Vit verða ellivu

Eitt sindur óvæntað slapp landsliðið longu mikudagin at venja á dystarvøllinum, og hetta tóktist venjarin at vera væl nøgdur um

Landsdystur
Jákup Mørk / Álvur Haraldsen

KAUNAS: Tað kendist eitt sindur sjáldsamt, at føroyska landsliðið longu mikukvøldið slapp at spæla á vøllinum, har landsdysturin skal leikast, men orsøkirnar til hetta eru tó einfaldar. Tað er snøgt sagt eingin annar vøllur, har føroyska liðið fær vant um kvøldið, tí S. Darius & S. Gireno leikvøllurin er tann einasti í Kaunas, har ljós eru sett upp.
Landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, frøddist eisini um hetta, og hann helt eisini, at hetta kundi gerast ein fyrimunur hjá føroyska liðnum.
? Sjálvandi skalt tú ikki tosa um fyrimunur, tá tú spælir á útivølli, men tað hevur sjálvandi nakað at siga, at vit longu nú hava roynt vøllin. Tað er helst bert, tí vit venja so seint í kvøld, so eg rokni ikki við, at teir eru somikið gestablíðir aftur í morgin. Men sjálvandi er tað ein fyrimunur, at vit longu nú hava roynt vøllin, ístaðin fyri at bíða til fríggjadagin, sum tað vanligt, segði landsliðsvenjarin, sum annars helt, at vøllurin var heilt góður.

Vit verða 11
Um sjálvt liðið var landsliðsvenjarin eitt sindur meira opin, enn undangongumaður hansara vanliga var.
? Jákup á Borg er hálvskaddur og Pól hevði nakað av krími, so enn veit eg sjálvandi ikki, hvørt teir kunnu spæla leygardagin, men eru teir klárir, so spæla teir. og Øssur Hansen havi eg so ikki tikið við fyri at seta hann á beinkin. Verður Pól ikki við, so er tað sjálvandi upplagt, at eg nýti Jóhannis ístaðin fyri, men hann fekk ein lítlan snudd í kvøld, so eg veit ikki rættiliga, hvussu verður og ikki, men tú kanst verða vísur í, at vit undir øllum umstøðum verða ellivu mans, sum fara á vøllin, helt venjarin.
Annars tykist einasta ivamálið at vera, hvør fer at manna málverjasessin. Jens Martin fekk fyrsta val, tá landsliðið spældi ímóti Skotlandi, so í útgangsstøðinum er hann kanska favorittur til plássið, men hinvegin tykist Jákup Mikkelsen eisini at vera væl fyri, so kanska verður hetta ikki avgjørt fyrr enn í seinastu løtu, eins og tað varð móti Skotlandi. Men burtursæð frá málverjaplássinum, so tykist lítil ivi at vera um, at føroyska liðið spælir soleiðis, um allir mans verða tøkir.
Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Jens Kristian Hansen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Øssur Hansen, John Petersen, Christian Høgni Jacobsen.