Tá næmingar úr 3. studentsflokki og 2. HF úr Hoydølum hava skulkidag í komandi viku, fara tey eftir ætlan at skikka sær betur enn undanfarin ár.
- Eftir hendingina týsdagin, er stemningurin millum næmingarnar soleiðis, at mann fer at royna at brúka skulkidagin í ár til nakað positivt heldur enn nakað destruktivt.
Soleiðis sigur formaðurin í Næmingaráðnum í Hoydølum, Jóhan Bech Húsgarð, eftir at rektarin í Hoydølum hevur verið frammi og sagt, at um næmingarnir ikki skikka sær væl á skulkidegnum, fer skúlin ikki at skipa fyri pisufund og prógvhandan. Sostatt verða næmingarnir noyddir sum teir fystu nakrantíð at fáa prógvið sendandi við posti.
Orsøkin til at rektarin nú heitir á næmingarnar um at skikka sær væl á skulkidegnum er hendingin, sum fór fram á skúlanum týsmorgunin.
- Her á skúlanum fingu vit eina heldur destruktiva vitjan av næmingum frá Handilsskúlanum, sum hevði við sær dálking, herverk og brestan stinkbumbum nógva staðni á skúlanum. Vaskifólk vóru til arbeiðis allan dagin at gera eyka reint, og rokningar fyri nógvar 10 túsundtals krónur vera at gjalda fyri reingerð og afturgerð av brotnum hurðum, innbúgvi og øðrum, sigur Mikkjal Helmsdal umvegis heimasíðu skúlans.
Formaðurin í Næmingaráðnum slær fast, at næmingaráðið á ongan hátt heldur tað verða í lagi, at næmingarnir nærmast gera herverk á skúlunum hjá hvørjum øðrum.
- Tað er keðiligt, at næmingarnir undanfarin ár eru farnir á skúlarnar hjá hvørjum øðrum og hava eitt nú oyðilagt útgerð fyri nógvar pengar. Tað er á ongan hátt í lagi, sigur J´han Bech Húsgarð.
Hoyr samrøðuna við Jóhan Bech Húsgarð niðanfyri.