- Vit vera skjót aftur

Drotningavitjanin: Seinnapartin í gjár fóru drotningahjúnini úr Føroyum, eftir eina vitjan, sum vardi í fimm dagar. Margretha drotning lovaði, at tað fara ikki ganga fimm ár, til tey koma aftur higar at vitja. - Nei, tað skal ikki verða so leingi til næstu ferð. Vit bæði eldast jú, segði hon brosandi á tíðindafundi í Bø í gjár, ein hálvan tíma áðrenn fráferð teirra.

- Vit hava havt eina serstakliga góða vitjan her í Føroyum. Alt hevur verið so gott, og tí kann eg ikki velja nakað burtur úr, sum var betri enn hitt, segði Margretha drotning á tíðindafundinum.

Skilligt var, at tey ið hava fyrireikað vitjanina hava gjørt eitt framúr gott arbeiði. Tí, sum Margretha tók til: - Hvør dagur hevur verið á tremur við góðum upplivingum.

- Tað hevur eisini verið ein gleði og tað hevur somuleiðis verið stuttligt at síggja, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg, hóast alheims kreppuna, segði hon, og legði í sama andadrátti aftrat:

- Hetta er ikki sama samfelag sum fyri 20 árum síðani, tá kreppa eisini herjaði her. Í dag hyggja fólk upp og tey hyggja eisini frameftir, legði hon dent á.

Drotningahjúnini harmaðust um, at tey ikki kundu vitja í Stóru Dímun og Skúvoy í gjár, orsakað av vánaligum veðurlíkindum. Tað verður so kanska næstu ferð ístaðin.

- Nær Frederik og Mary koma higar at vitja? Nei, tað kann eg ikki svara uppá. Tey eru ung og mugu sjálv avgera, nær tey koma, vísti Margretha á.

Eftir tíðindafundinum í gjár at døma fara tað ikki at ganga fimm ár, til tey aftur fara at vitja kring oyggjarnar. Tey vitjaðu her seinast í 2005.


Beinini

Drotningahjúnini vóru mikudagin á vitjan í Norðoyggjum.

Beint áðrenn kl. 9 legði Dannebrog at við bryggju í Klaksvík, har almenn móttøka var.

Síðani gekk leiðin til Kunoyar, har tey fyrst heilsaðu uppá bygdaráðið í Kunoyar kommunu við John Damberg á odda.

Eftir móttøkuna vitjaðu tey ta gomlu, men ístandsettu mylluna í Myllá, sum ein í gomlum døgum skiftist um at brúka ávísar dagar.

Vitjanin í Kunoy var ikki liðug fyri tað, tí eitt annað vakurt stað í bygdini var eftir at vitja, nevniliga viðarlundin, har drotningin plantaði eitt træ.

Ætlanin var vist, at drotningahjúnini bæði skuldu vera við til hesa løtuna, men Heindrikkur kom ikki allan vegin niðan ta rímiliga brøttu brekkuna til viðarlundina.

- Tað er okkurt við beinunum, segði Heindrikkur stutt á tíðindafundinum í gjár.


Málaði

Fyrrapartin mikudagin varð eisini vitjað í Klaksvík - á Føroya Bjór, Húsarhaldsskúlanum, skúlaskipinum Draganum og Fornminnissavninum, har morgunmatur var etin.

Á leiðini aftur til Havnar varð steðgað á lægsta staðnum í Kongaríkinum, nevniliga í Norðoyatunlinum. Her steðgaðu drotningahjúnini eina góða løtu fyri at skoða “listaverkið” hjá Tróndi Patursson í Norðoyatunlinum.

Í miðal koyra um 1900 bilar gjøgnum tunnilin um dagin, men hesa løtuna var øll ferðsla steðgað báðumegin, soleiðis at drotningahjúnini ótarnað kundu heilsa uppá stjóran í Norðoyatunlinum, Una Danielsen og nevnd og starvsfólk felagsins.

Ikki óvæntað tóktust tey sera hugtikin av sjáldsomu litunum her undir havsins botni, og gingu ein minni túr runt í tunlinum, áðrenn ferðin gekk víðari.

Tann stóri og ósvaraði spurningurin tá var, hvar drotningahjúnini fóru. Eingin visti, hvørki tey sum høvdu skipað fyri vitjanini, men onkur helt seg vita, hvat hon hevði gjørt - men ikki hvat.

- Ja, eg fekk møguleika at mála eitt sindur henda seinnapartin, váttaði Margretha á tíðindafundinum í gjár.