<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Norðoyggjar: Nú Strandferðslan boðar frá bæði príshækking og færri túrum, fer hetta at merkja túsundtals mistar krónur fyri landskassan. Strandferðlan skal heldur syrgja fyri, at túratalið um Leirvíksfjørð verður so høgt, at sleppast kann undan bíðitíð.
Hetta siga vinnulívsmenn úr Norðoyggjum, sum meina, at tað er púrasta burturvið, tá hugsað verður um, hvønn týdning vinnulívið og serliga fiskaútflutningurin í Norðoyggjum hevur fyri alt landið.
Um Strandferðslan harafturímóti syrgir fyri at bjóða okkum eina trygga tænastu, hevur prísurin fyri túrin ikki so stóran týdning, tí tað er bíðitíðin, sum í seinasta enda kostar pening og mista inntøku.
Skulu vit gera okkum vónir um at halda okkara avtalur, bæði her heima og uttanlands, mugu vit kunna bjóða eina trygga leveransu.
Tað er ófatiligt fyri okkum, sum eru handilsmenn, at teir ráðandi, bæði politikarar og leiðslan á Strandferðsluni, ikki skilja hetta fyri okkum so einfalda handilsprinsipp.
At politikararnir eru so lítið tilvitaðir um, hvørnn týdning tað hevur fyri útflytarar og vinnuna alla, at sleppast kann undan bíðitíð og seinkingum, er okkum púra óskiljandi, siga teir.
Fyri at loysa trupulleikan um Leirvískfjørð, setti Strandferðslan Sam í sigling. Men Sam byrjar siglingina ov seint um morgnarnar, og endar siglingina ov tíðliga seinnapartar.
Virkini her norðuri hava stórar trupulleikar av hesum. At hetta er ein landstrupulleiki, tykast teir ráðandi als ikki at skilja.
Hvønn einasta dag missir landskassin pening orsaka av hesum fløskuhálsi, sum enn er ein stórur trupulleiki her norðuri, siga altso vinnulívsmenn í Norðoyggjum.