Á veg inn í Pakkhúsið í Bø eftir ríkisfundin úti í Tindbhólmi Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Vit vilja hava størri heimildir í ríkisfelagsskapinum

Meira ítøkiligt verður at frætta eftir fundin í samstarvsráðnum í morgin

Á veg inn í Pakkhúsið í Bø eftir ríkisfundin úti í Tindbhólmi Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað sigur Aksel V. Johannesen við útvarpið. Hann sigur, at fundurin í Tindhólmi í morgun var ein óformligur fundur, har løgmaður hevur greitt frá føroyska ynskinum um størri uttanríkispolitiskar heimildir.

Tey trý, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hildu ríkisfundin úti í Tindhólmi í morgun.

Sambært Kringvarpinum var Mette Frederiksen fámælt eftir fundin og vísti til tíðindafundin, sum er ásettur at vera í Stokkastovuni í Tinganesi í morgin. Men hon segði tó, at fundurin var góður.

Løgmaður sigur við Kringvarpið, at hann hevur eingi lyfti fingð, men hann væntar, at á fundinum í samstarvsráðnum í morgin fara tey at gera niðurstøðu um, hvussu farast skal fram til tess at Føroyar fáa størri politiskar heimildir í ríkisfelagsskapinum.

Í samstarvsráðnum sita teir tríggir stjórnarleiðararnir umframt landsstýrisfólk úr Føroyum og Grønlandi og danskir stjórnarlimir.

 

Á veg inn í Pakkhúsið í Bø eftir ríkisfundin úti í Tindbhólmi Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix