Oljuráðstevna
-Vit eru komin til hesa ráðstevnuna fyri at møta fólki og læra nakað um leiting við Føroyar. Hetta er tað fyrsta, Sabine Rosemary Johnson, stjóri í ChevronTexaco hevur at siga Sosialinum, tá vit hitta hana í Norðurlandahúsinum tíðliga týsmorgun, tá hon og umleið 120 útlendskir oljuserfrøðingar av ymsum slag seta hvørjum øðrum stevnu ? fyri at tosa um føroysku undirgrundina og møguleikarnar at finna olju og gass her.
Saman við Sabine Rosemary Johnson á oljuráðstevnuni í Havn er eisini Richard Hinkley, bólkaleiðari fyri Atlantsmótið við. Hann stendur fyri tí tekniska partinum.
Hetta risastóra oljufelagið, sum fyri ikki so langari tíð síðani vóru tvey meðalstór oljufeløg, Chevron og Texaco, er eitt av teimum altjóða oljufeløgunum, sum hevur stórt virksemi á Atlantsmótinum og brúkar nógva orku til leiting í hesum økinum, sum Føroyar eisini eru ein partur av. Texaco søkti á sinni um leitiloyvi við Føroyar, men gjørdist ov stutt tá avtornaði. Nú hevur so samanlagda ChevronTexaco, ið er tað fimtstørsta oljufelagið í heiminum, sett kós móti føroyska landgrunninum eisini.
Sabine Rosemary Johnson sigur, at felagið í summar fer at vera við í tveimum brunnum á bretskum øki, beint við føroyska markið. Annar er Rosebank, sum liggur rættiliga norðaliga. Tann brunnurin verður boraður saman við Statoil, Dong og OMV. Hin brunnurin, sum er nakað syðri, Cambo nevndur, er eitt fund, sum varð gjørt nakað herfyri, og sum verður mett at vera rakstrarverdugt. Men tað skulu avmarkingarbrunnar borast fyri at staðfesta hetta. Aftrat hesum báðum brunnum er ChevonTexaco eisini við í spennnadi gassboringini í Laggan-fundinum nakað longur eysturi og harumframt í einum avmarkingarbrunni kring tað risastóra Clairfeltið.
Hava áhuga
So felagið er rættiliga virkið á Atlantsmótinum og spurningurin er so, í hvønn mun felagið eisini fer at brúka orku til leiting við Føroyar. Sabine Rosemary Johnson sigur, at tey sum er ikki hava nakað leitiloyvi við Føroyar, men hon dylur ikki fyri, at tey ætla at liggja framvið til 2. rundu.
-Alt eftir hvussu úrslitið verður av teimum báðum brunnunum, sum vit fara at bora við markið í summar, so fara vit at taka støðu til í hvussu stóran mun vit skulu vera við í eini komandi føroyskari útbjóðing í 2005. Samantikið hevur tað tí stóran týdning fyri meg, hvat eg kann læra á hesi ráðstevnuni og síðani, hvat kemur burtur úr teimum báðum brunnunum við markið í summar.
Uppá fyrispurning um nøkur vánalig úrslit frá boringunum við markið í summar fara at gera, at ChevronTexaco kanska als ikki verður við í 2. útbjóðing við Føroyar sigur Sabine Rosemary Johnson, at felagið fer neyvanat hava eins stóran áhuga tá. ?Um báðir hesir brunnar verða sera negativir, so fer tað at vera draga niðureftir hvat okkara virksemi her viðvíkur. Men eg veit, at onnur feløg hava aðrar metingar og meiningar um jarðfrøðina, so tað fari eg at lurta væl eftir.
Hon vísir á, at tey ymsu feløgini, sum arbeiða við Føroyaøkinum, hava ymsar áskoðanir og hugskot um jarðfrøðina her. Nógv er hent síðani boðið varð uppá fyrstu útbjóðing og tí heldur hon tað vera gott, at umboð fyri tey ymsu feløgini kunnu hoyra, hvat hvør er komin til og hvar leiðin gongur.
Vit spurdu Sabine Rosemary Johnson, hvussu tað ber til, at tveir brunnar, sum verða boraðir í bretskum øki, kunnu fáa so stóran týdning fyri, hvat ChevronTexaco ætlar sær á føroyska landgrunninum. Hon sigur, at tey við hesum brunnum ætla sær at testa nøkur jarðfrøðilig hugskot, og um hesi geva eitt positivt úrslit, so kunnu tey kanska eisini brúkast í øðrum økjum, t.d. í grannalagnum, nevniliga á føroyska landgrunninum. Hetta er m.a. orsøkin til, at hon er komin á ráðstevnuna ? fyri eisini at fregnast um, hvat hini feløgini halda um jarðfrøðina. ?Tað er ikki bara spurningurin um at vera í grannalagnum, men tað snýr seg eisini um at hava rætta jarðfrøðiliga modellið ella hugskot til at arbeiða út frá.
Sabine Rosemary Johnson er annars rættiliga bjartskygd um teir báðar brunnarnar við markið. Hon avdúkar fyri blaðnum, at kjansirnir fyri at finna olju og gass eru ein út av trimum, og hetta má sigast at vera rættiliga gott, tá hugsað verður um, hvussu ókent økið er og hvussu stóru váðin er.
-Hvussu kunnu tit vera so vís í, at møguleikin at finna olju er ein út av trimum?
-Tað er rætt, at hetta er gott. Vit hava góðar jarðfrøðingar og jarðalisfrøðingar, sum gera eitt sera gott arbeiði, og teir eru so eisini við á ráðstevnuni í Føroyum.