Vit vilja vinna

Lars Olsen væntar ein harðan og truplan dyst móti Norðurírlandi, men hann livir í vónini um eitt óvæntað úrslit

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, var í góðum lag til seinastu venjingina undan EM undankappingardystin móti Norðurírlandi í morgin. Hann endaði við at siga, at vit vilja vinna dystin, men ásannar at tað verður ein hørð og trupul uppgáva.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Føroyska ferðalagið hevur verið í Belfast síðani týskvøldið. Teir hava gist á Stormont hotel og vant á einum vølli bara tveir minuttir harfrá. Góðu umstøðurnar hava givið landsliðnum ein møguleika at venja seg við at spæla á grasi.

 

Les eisini: Atli Gregersen byrjar inni

 

- Vit hava havt tríggjar góðar venjingar higartil, har spælarar hava kunna vant seg við at spæla á grasi. Helmingurin av spælarunum spæla ikki til dagligt á grasi og tí kunnu teir fáa trupulleikar fyrstu løtuna, men tað er eisini tí at venjingin í kvøld verður nógv við avleveringum, so teir kunnu venja seg við tað, sigur Lars Olsen, sum hevur eina góða kenslu undan dystinum í annaðkvøld.

 

Les eisini: Fyrsta boð upp á liðuppstillingina

 

- Eg havi eina góða kenslu undan dystinum, men nú skal eg ansa eftir hvat eg sigi, tí tað hevði eg eisini undan dystinum móti Finnlandi, og tað gekk ikki sum ætlað, sigur Lars Olsen víðari.

 

Les eisini: Landsliðið komið til Belfast

 

- Vit blivu troyttir í seinna hálvleiki móti Finnlandi, men tá runnu vit eisini nógv eftir bóltinum. Tað skulu vit verja okkum fyri, men eg vætni ikki at vit koma at renna líka nógv hesa ferð. Hinvegin vænti eg fleiri nærdystir, sigur Lars Olsen, sum droymir um ein sigur til føroyska landsliðið.

 

Les eisini: Gunnar: Støðan er ikki haldbar

 

- Vit vilja vinna, men í slíkum dystum avgera vit ikki hvussu dysturin tekur skap. Vit mugu fyrst og fremst gera okkara, sigur Lars Olsen at enda.

 

Les eisini: Umboðsmaður gevur Lars av grovfílini

 

Fleiri norðurírskir miðlar vóru eisini til tíðindafundin á Windsor Park. Teir høvdu millum annað lagt til merkir, at vit hava ein tendens til at spæla væl í fyrra hálvleiki, men klára ikki at halda gongdina í seinna hálvleiki.

 

Les eisini: Sky Sports filmaði Klaksvíkar hornorkestur

 

Landsdysturin móti Norðurírlandi er tann annar í røðini í EM 2016 undankappingini. Hann verður á Windsor Park í Belfast í annaðkvøld klokkan 19.45. Eftir dystin hevur Rás2 ein styttri 3. Hálvleik við samrøðum úr Belfast.