OL
Tað sást eisini aftur á íslendsku sendistovuni í Føroyum, at íslendingar høvdu vunnið seg í OL-finaluna.
Hálvfinalan móti Spania var ikki meira enn liðug, áðrenn Eiður Guðnason boðaði frá, at hann hevði opið hús sunnumorgunin, og tíðliga sunnumorgunin hevði hópur av fólki leitað sær oman í Fútastovu í Havn, har dysturin varð sýndur á stórskíggja.
- Her hava ikki bara verið íslendingar. Nógvir føroyingar hava eisini verið á gátt, og hvør sum ein siga teir »vit vinna!«.
- Nú gjørdist tað so ikki til gull, men tað er í lagi kortini. Sjálvandi vildu vit heldur havt gull, men bara tað at spæla í eini OL-finalu og vinna silvur er fantastiskt. Ja, fyri eina somikið lítla tjóð er tað fullkomuliga óhoyrt. So hóast vit ikki vunnu hendan dystin, so vunnu vit kortini, sigur Eiður Guðnason.
Til reiðar næstu ferð
Og sendimaðurin leggur afturat, at hetta vónandi ikki verður seinasta ferðin, at hann hevur opið hús.
- Í dag vóru eini 50 fólk her, og tað er tað, sum rúmast inni í hølunum. Og sjálvandi eru vit til reiðar, um okkurt serligt er áfatt eina aðruferð. Nú gekk alt somikið skjótt fyri seg, men við góðari hjálp frá Radiohandlinum, har vit læntu sjónvarpið, bar til at rigga alt til um vikuskiftið, og so vóna vit sjálvandi, at vit aftur fáa eitt slíkt høvi, segði Eiður Guðnason, áðrenn hann aftur fór inn til gestirnar í Fútastovu.