Norska løgreglan dugir framvegis ikki at siga, hvussu ella nær tann 16 ára gamla gentan Sigrid Schjetne doyði. Tað kunngjørdi løgreglan í dag, eftir at hon hevði fingið úrslitið av líkuppskurðinum.
Kanningar fyrr hava avdúkað, at ein bilur hevði rent á Sigrid, men løgreglan sigur, at kanningin av líkinum vísir, at gentan doyði ikki av tí óhappinum.
Løgreglan hevur framvegis tveir menn í varðhaldi í sambandi við málið sum Sigrid Schjetne, sum hvarv, og sum seinni var funnin deyð. Í gjár var løgreglan á bústaðnum hjá øðrum manninum og gjørdi ymsar kanningar, men løgreglan upplýsti á tíðindafundi í dag, at tær teknisku kanningarnar fara kanska at vara yvir um ársskiftið.