Vita ikki hvussu stór bústaðarneyðin er

Men tað eru tey nú farin at útgreinað, sigur landsstýriskvinnan

 

Ein av trupulleikunum á bústaðaøkinum er, at vit ikki hava nóg góða vitan um, hvussu stórir bústaðatørvurin er. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu støðan er við sosialari bústaðarbygging, tí tað er ein serligur bólkur, sum hevur sera trupult við at fáa tak yvir høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum.

Harafturat er tað ógvuliga ymiskt, hvussu landsmyndugleikar og kommunumyndugleikar taka ábyrgdina av hesum serliga málbólki, á seg.

Her hugsar hon um tey, sum eru sosialt illa fyri og hon sigur, at avleiðingin er, at vit at kalla hava fólk í Føroyum, sum eru  heimleys, bæði familjur, vaksin og børn, og eisini fólk við trupulleikum av rúsdrekka. Og hon heldur, at tað er ein politisk uppgáva at hava ein nøktandi almennan sosialpolitikk og bústaðarpolitikk

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at í løtuni er einki yvirlit yvir, hvussu nógvar kommunalar íbúðir eru til hesar bólkarnar.

– Ein av trupulleikunum á bústaðaøkinum er, at vit ikki hava nóg neyva vitan um bústaðatørvin í landinum, men nú eru tey farin undir  arbeiðið at útvega eina býlisskrá. Tá ið hon er liðug, fáa vit yvirlit yvir, hvussu nógvir bústaðir eru í landinum, hvussu nógv hús standa tóm.

– Hetta fer væntandi at geva okkum eitt betri yvirlit yvir, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at í løtuni ber tískil ikki til at gera nakra neyva meting av bústaðatørvinum yvirhøvur, og sostatt ber heldur ikki til at gera eina meting av tørvinum hjá teimum bólkunum, Rósa Samuelsen vísir til.

Men hon sigur, at tær størstu kommunurnar samstarva við Landið um at hjálpa heimleysum, og fólki við við víðfevndum, sosialum trupulleikum. Annars hava kommunurnar ikki nakra ítøkiliga heimild til at byggja bústaðir til teir bólkar, løgtingskvinnan spyr um.

Elebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísur annars til bústaðarpakkan, sum nú er til viðgerar í Løgtinginum og har Bústaðir fáa heimild at byggja bústaðir fyri 450 milliónir, umframt tað eggjar privatum at byggja fleiri bústaðir.

Hon vísir eisini á, at Almannaverkið hevur rætt til fimtu hvørja íbúð hjá Bústøðum, og at hesar íbúðirnar verða tillutaðar eftir tørvi á bústaði. Fólk við víðfevndum rúsdrekkatrupulleikum eru ein partur av hesum, men ikki stakir uppihaldarar, sigur hon.

Men tað ber eisini til hj´einsamøllum uppihaldarum at skriva seg upp til ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum, og tey, sum standa á tí listanum, kunnu fáa bústað í upp til eitt ár, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.