Í gjár var tíðindafundur á Havnarskrivstovuni hjá Tórshavnar havn, har kunnað varð um tað, sum kommunan rópar Vinnuhúsið Vestaruvág.
Talan er um gamla saltsølubygningin hjá Tórshavnar kommunu, sum skjótt er liðugt renoveraður uttan.
Tað er Húsavarðatænastan, sum hevur framt fasadurenoveringina, og Selmar Nielsen, arkitektur, hevur gjørt nøkur uppskot um, hvussu bygningurin kann innrættast, og soleiðis verður nú farið undir at projektera stóra saltsølubygningin innan.
Á tíðindafundinum varð greitt frá, hvørjar ætlaninar eru við bygninginum, og her er talan um eitt vinnuhús, har vinna og vitan á maritima økinum eftir ætlan býráðsins fáa einastandandi møguleikar.
Í sambandi við innrætting, verður dentur ætlandi lagdur á felagsloysnir fyri verandi og komandi leigarar.
Ætlanin er, at fyritøkur skulu kunna húsast her, sum eitt nú virka innan oljuvinnu, offshore, meirvirking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarføring av sjóvinnu, havkanningar, reiðaravirksemi, biotøkni, konsulentvirksemi, aling og gransking, kt-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðvirksemi.
Tórshavnar kommuna heldur, at fyrimunirnir við at húsast í vinnuhúsinum eru fleirfaldir.
- Hyggja vit fyrst eftir ítøkiligu fyrimununum, eru hesir eitt nú felags fundar- og ráðstevnumøguleikar, felags post, kopiering og print, felags matarhøll, felags telefonansan, felags reingerð, felags netsamband, atgongd til altjóða vitan og fundarhøli uttanlands.
Ætlanin er, at vinnuhúsið verður staðið, har vitan miðsavnast. Hetta ger, at smærri fyritøkur í størri mun kunnu brúka sínar kjarnuførleikar og bert í minni mun brúka tíð til umsitingarligt arbeiði.
Myndin er tikin, tá framløgan á Havnarskrivstovni í gjár var liðug, f.v.: Anfinn Hjelm, vinnusamskipari, Halla Samuelsen, Bjørghild Djurhuus, Sjúrður Olsen, Heðin Mortensen, Jónsvein Lamhauge og Ingibjørg Berg.