Vitja Svalbard

Norska stjórnin hevur boðið fleiri týðandi amerikonskum politikarum til Svalbard, so teir kunnu síggja, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingarnar hava á umhvørvið har. Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, sigur, at vitjanir av hesum slagnum hava víst seg at hava stóran týdning. USA hevur ikki skrivað undir Kyoto-sáttmálan, og endamálið við innbjóðingini er at sannføra amerikanskar politikarar um, at tað eigur USA at gera. Senatorarnir Hillary Clinton og John McCain hava fyrr verið á Svalbard eftir innbjóðing úr Oslo.