Vitjar aftur og aftur

Hesa vikuna hava 9 fjølmiðlafólk úr øllum heiminum vitjað í Føroyum, millum annað fyri at seta seg inn í sjálvstýrisgongdina. Malin Bring hevur vitjað her áður og á hesi ferðini hevur hon, umframt fullveldisætlanir, kannað strangastu fosturtøkulóg í Norðurlondum

Eisini hitti hon varaløgmann, ið hon fyrr hevur hitt, tá hann var lesandi í Keypmannahavn

Malin Bring er svensk tíðindakvinna. Eitt skifti undirvísti hon á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv, har ikki so fáir føroyingar hava verið.

Nú býr hon í Keypmannahavn og vitjaði í Føroyum í vikuni. Hetta var ferð, ið International Presseforening fyriskipaði fyri útlendskum tíðindafólkum, útsendum og sjálvstøðugum, ið starvast í Danmark. Malin arbeiðir sum sjálvstøðug tíðindakvinna fyri svenskt útvarp og fæst eisini eitt sindur við at lata bløðum í heimlandinum tilfar.

Ferðin til Føroya varð mest fyriskipað við atliti til sjálvstýrisætlanirnar, ið samgongan hevur sett sær fyri at útinna. Í hesum sambandi hittu útlendsku tíðindafólkini m.o. Høgna Hoydal, landstýrismann í sjálvstýrismálum, og Vibekke Larsen, ríkisumboð.

Umframt hava miðlafólkini vitjað virkir og fyritøkur. T.d. Ben Arabo á Amerada Hess, og eisini hava tey hoyrt nakað um ferðavinnu.



Vitjað áður

Malin hevur vitjað í Føroyum einar 6 ferðir. Fyrstu ferð í 1988. Tá flestu av hinum tíðindafólkunum mikudagin fóru av landinum, arbeiddi Malin víðari við ymsum uppgávum, ið hon hevði sett sær fyri.

Millum annað hitti hon Jenis av Rana og Turið Debes Hentze, í samband við, at vit í Føroyum hava strangastu fosturtøkulóg í Norðurlondum og at ymsar kreftir arbeiða við at fáa lógina enn strangari.

Eisini ætlar hon at gera okkurt burturúr komandi filminum já Katrini Ottarsdóttir, tá hon kemur aftur til Keypmannahavnar. Tí ætlar hon at gera okkurt burtur úr Bio-mentan okkara og hevur hon tí hitt umboð fyri Havnar Bio.



Hitt Høgna áður

Malin minnist, at tá hon var her í fjørsummar, tá hitti hon Høgna Hoydal, landstýrismann. Tað var eitt serstakt upplivilsi, tí hon hevði áður møtt hesum unga manni, sum lesandi niðri í Keypmannahavn, tá hon skuldi hjálpa onkrum, ið ætlaði at skriva okkurt um Føroyar og kreppuna, sum tann lesandi Høgni hevði arbeitt við.

Ikki sørt løgið og kanska skemtiligt var tað, at nú, ikki so langa tíð eftir, stóð hesin fryntligi ungli lesandi frammanfyri henni, sum ráðharri og varaløgmaður.


Ólavsøkan

Malin dámar væl í Føroyum og kennir eisini fólk her. Hon metir seg, eftir at hava vitjað her í 11 ár, at vera komnan framvið tí fyrstu fjeppanini uppi í øllum føroyskum. Hon hevur vitjað ofta, hevur hitt nógv fólk og kennir landið.

Í fjørsummar vitjaði hon sum ferðafólk á ólavsøku, og tað var nakað av tí stuttligasta og minningarríkasta, ið henni hevur verið fyri, hóast hon hevur ferðast sera víða.

Kappróðurin varð sera spennandi, hóast mjørki fjaldi vánna, metir Malin. Tað var slíkur stemmningur, sum ein ikki kundi lata vera við at lata seg merkja av, væl hjálpt ávegis av frásøgumanninum.

Eisini var hon til kappríðing. Hetta var eitt øðrvísi upplivilsi. Eingin stór og stásilig breytt. Bert ein runutur vegur ella breyt, har hestarnir so komu við fullari ferð. Og so sótu fólk á onkrum steini og festu sær úrslit á blað. Sera hugnaligt.

Tað sama helt Malin um tað at ganga í býnum á ólavsøku. Hon metir ikki, sum onkutíð ført fram av ferðandi, at tað var nakað óheppið við fullum fólki í gøtunum. Malin heldur, at í mun til aðrastaðir, so kendist hetta als ikki óhóskandi ella ræðandi, tí alt gekk so friðarliga fyri seg og øll vóru úti, ung sum eldri.

Malin hevur spælt við hugsanina um at skipa fyri bólkaferðum til Føroya, men hetta er enn bert í huganum.

Um Malin næstuferð kemur til Føroya sum ferðaleiðari ella einstaklingur, er ilt at meta um, men at hon vitjar aftur, tað er neyvan orsøk at ivast í. Kanska longu á ólavsøku í ár.