Vitni til omanlop

Lop: Gjáramorgunin leyp úr berginum nærindis Gjógv

Tað leypir ofta í bjørgunum, men sjáldan ber at siga neyvt, nær lopini hava verið.
Men vitni vóru til stóra lopið úr berginum nærindis Gjógv, heiman fyri Stovuna nevnt.
Norrøna kom úr Íslandi, og á dekkinum stóð Jóhanneus Lamhauge og prátaði við ein annan mann.
- Vit stóðu og prátaðu um lopið, sum herfyri var á Búgvanum, og tá sóu vit eitt stórt sprutt inni við land, sigur Jóhannus Lamhuge, sum í skundi fekk tikið nakrar myndir.
Hagaparturin hoyrir til Funnings. Júst meðan berglopið var, sat hagastýrið á fundi.