Óvitska er styrki

var eitt av teimum tiltøkunum sum George Orwell nýtti í kendu bók síni 1984 til at avmynda ræðuleikarnar undir totaliterur stýri.

Nú hevur George Orwell fingið ein nýggjan næming.
Erik Ludvigsen hevur eina heila grein í Sosialinum har hann umrøður kelduútgávu mína um fólkaatkvøðuna 14. september 1946, og har viðgongur hann, at hann ikki hevur sæð bókina og avgjørt ikki ætlar sær at lesa hana, men tað forðar honum ikki í at skriva um hesa bók.
Orsøkina sigur hann vera, at hann hevur verið í orðaskifti við meg um okkurt sum hendi í 1814. Har hevur hann eftir øllum at døma ikki staðið seg væl, og nýtir hann hesa nýggju bókaútgávu til at minna onnur á sína vanlagnu.
Men hann hevur onga orsøk til at vera keddur av at hann ikki vann orðaskifti við meg um 1814. Eg havi í mongum framløgum greitt frá tí sum tá hendi, og hvussu viðurskifti Føroya yvirhøvur eru í altjóðasamfelagnum. Hetta samsvarar als ikki við tað, sum danska stjórnin og hennara klapparar føra fram.
Tað orðaskifti, sum eg havi tikið upp, er eitt vísindaligt orðaskifti, og fyri slík orðaskifti galda nakrar alment viðurkendar reglur.
Ein høvuðsregla er, at alt tað, sum verður sett fram, eru hypotesur. Eitt slíkt uppáhald kann annaðhvørt vera satt ella ósatt, og tann sum setur frameina hypotesu skal tí royna at grundgeva fyri, at hon er sannlík. Øll onnur kunnu lesa framløguna, og halda tey, at uppáhaldið ikki er rætt, er tað teirra skylda yvir fyri sannleikanum at seta fram atfinningar, soleiðis at tann ósanna hypotesan verður afturrikin.
Tað er tí sera áhugavert, at tær framløgur, eg havi havt um Føroya altjóða støðu, ikki eru riknar aftur. Í vísindaligum orðaskifti er hetta tað sama sum ein viðurkenning av, at hesar framløgur eru rættar, og tað má sigast at vera áhugavert, tí tað er samstundis ein almenn viðurkenning av, at tað sum danska stjórnin og tey danahallu higartil hava sagt vera Føroya støðu, beinleiðis er skeivt.
Hetta er sjálvandi synd fyri ein mann sum Ludvigsen. Hann er føddur í 1925 og er uppvaksin í tí danska yvirklassanum í Havn. Tað er nógv fyri hjá honum nú í 2010 at noyðast at viðurkenna, at hann hevur livað upp á eina lívslygn.
Tey flestu onnur, sum eru í somu støðu sum hann, hava so frægt av skili, at tey bara látast sum einki og tiga, men tað orkar hann ikki, og tí roynir hann til fánýtis at verja tær donsku lygnirnar um Føroya støðu.
Men fyri føroyingar er tað ein ómetalig styrki at óvitskan er tað einasta mótstøðumenn okkara hava at duva uppá. 22 ár fyri at Orwell skrivaði sína bók yrkti Janus skald:

Oh, gev mær megi, hetjumátt,
at verja tína hallargatt –
um vit er svørð og tol er skjøldur,
tá dvina skulu danafjøldir.