Viva España!

HM2010 - Nógvir spiltir málmøguleikar og spæl í tveir tímar máttu til, áðrenn lágvaksni Barcelona-miðvallarin, Andrés Iniesta, gjørdist tann størsti av øllum og sendi Spania til himmals

Tað var ikki fyrr enn í 116. minutti, at Iniesta skoraði avgerandi málið, og við 1-0 sigrinum fekk Spania vunnið sítt fyrsta heimsmeistaraheiti nakr­antíð.
– Hetta er heilt ótrúligt og ein heilt serlig gleði, tá tú skilir, at tú hevur vunnið. Orð kunnu slett ikki lýsa mínar kenslur, og beint eftir málið hugsaði eg bara um familju mína og tey, eg eri góður við. Sigurin er úrslit av hørðum arbeiði, segði Iniesta.
Samstundis sum hann og lið­felagarnir kundu fegnast um, at tað umsíður eydnaðist at koma heilt upp á tindin, endaði tað fyri Holl­and upp á sama máta sum í 1974 og 1978, og appelsinlitta tulipan­landið eigur enn á at vinna eina HM-finalu.
Gjøgnum alla kappingina hevur Spania spælt væl og staðið fyri vøkrum fótbólti, men uttan at fáa tey nógvu málini. Nú teir sjey dystirnir í HM-endaspælinum eru av, hava spaniólar bara skorað átta mál, sum er søguliga lítið, og allir sigrarnir hjá Spania vóru 1-0 sigrar.
Men hóast tað ikki blivu tey nógvu málini, ið eyðkendu finaluna millum Spania og Holland, so treyt spenningurin ikki. Báðir partar høvdu risastórar møguleikar í dyst­inum, og Spania kundi saktans havt avgjørt dystin fyrr í umdystinum, men brendi fleiri stórar kjansir.

Løgdu nógv fyri
Tað skiltist á øllum brøgdum, at dysturin hevði stóran týdning, tí innan fyri minni enn eitt korter í fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini gav dómarin fimm gul kort. Og tað var lagið gjøgnum allan dystin, so tað til síðst bara var ein spurningur, hvør fór at síggja reytt. Tað gjørdist so hollendski John Heitinga í 110. minutti.
Holland hevði týðiliga lisið væl uppá og sett sær fyri, at ikki skuldu gerast somu mistøk, sum Týskland gjørdi í síni hálvfinalu ímóti Spania, tá týskarar ikki komu inn í dystin, fyrr enn hann mestsum var av­gjørdur. Tað var heldur ikki, fyrr enn hollendingarnir bara vóru 10 mans eftir á vøllinum, at Spania veruliga fekk brúkt vøllin og megn­aði at skora.
Í veruleikanum vóru bæði Mark van Bommel og Nigel de Jong hepnir, at teir sluppu at spæla allan dystin á tamb, tí teir gingu so høgt upp í uppgávuna, at tað í løt­um var mestsum ov mikið av tí góða. Serliga hevði Nigel de Jong hepni við sær, tá hann stemplaði Xabo Alonso í bringuna, uttan at tað kostaði honum meira enn eitt gult kort.
Spania legði annars betur fyri í Soccer City í Johannesburg, og hóast tað lá illa fyri at fáa miðvøllin spældan, tí hollendingar lógu tættir í monnunum, trillaðu spaiólar bóltin millum sín og royndu at skapa álop og møguleikar. Hinvegin gjørdi Holland í so nógv av at senda bólt­ar langt fram eftir vøllinum.

Spiltir málkjansir
Fyrsti stóri málmøguleikin kom longu, tá bara fimm minuttir vóru farnir. Xavi Hernandez slapp leysur av uppdekkingini og fekk spælt bóltin til Sergio Ramos, ið skallaði hart ímóti málinum. Men bert ein klassabjarging frá Maarten Stekelenburg forðaði fyri, at hol kom á longu tá.
Síðsta hálva tíman av vanligu tíðini skuldu bæði lið havt fingið okkurt mál. Wesley Sneijder spældi Arjen Robben púra leysan, men spanski málverjin, Iker Casillas, tordi at bíða so mikið leingi, at tað gjørdist ov knapt hjá Robben. Í staðin fekk Casillas fótin á, so bólt­urin smeyg sær beint fram við stongini.
Og bara átta minuttir eftir hetta hevði Spania ein møguleika, ið var minst líka stórur, tá David Villa brádliga stóð púra leysur í hollendska brotsteiginum, men onkurs­vegna fekk John Heitinga blokerað skotinum, so skotið hjá Villa fór uppum. Og so stóð Robben aftur fyri tørni, tá hann fekk ein møguleika aftur, ið líktist hansara fyrra. Men hesa ferð var hann meira kroystur, so tí gjørdist tað ikki trupult hjá Casillas at verja fyri.
Umframt hetta komu so størru og smærru kjansirnir til Spania síðstu 10 minuttir av umdystinum, tá teir vóru í meiriluta á vøllinum, men kortini ikki megnaðu at um­seta møguleikarnar til mál.
Sigursmálið kom ikki, fyrr enn Andrés Iniesta tók ímóti góðu frí­spælingini frá Cesc Fabregas og í 116. minutti fekk sent bóltin í málið og sparkað Spania upp á toppin, har spaniólar nú kunnu sita og sóla sær næstu fýra árini.

Venjararnir aftaná
– Hetta er ein ógloymandi løta. Vit mugu ynskja kappingarneytum okk­ara tillukku, tí teir gjørdu tað tor­ført fyri okkum. Finalan snúði seg um at leypa á, og bæði lið royndu at spæla spælið, sum tað eigur at spælast, segði spanski lands­liðs­venjarin, Vicente del Bosque.
– Spælararnir eru sjálvandi sera glaðir, og hetta hava teir til fulnar uppiborið. Tað ber ikki til at seta orð á tað, tí kenslurnar kunnu ikki lýsast við orðum. Eg vil eisini takka sponsku fjepparunum fyri teirra stóra stuðul, og teir eru minst líka fegnir sum spælararnir eru tað nú.
So fegin var sjálvandi ikki hollendski landsliðsvenjarin, Bert van Marwijk, tá hann skuldi gera sínar fyrstu viðmerkingar alment eftir finaluna:
– Vit eru knústir av úrslitinum, men sjálvt um vit vóru ein maður færri á vøllinum, mundu vit klárað at hildið tað, so vit fingu brots­sparkskapping. Eg má viðganga, at betra liðið vann, men tað er altso hart at tapa eina HM-finalu. Spania skapti væl fleiri málkjansir enn vit, men høvdu vit brúkt okkara kjansir rætt, so rokni eg við, at vit høvdu staðið eftir sum heimsmeistarar, segði hann.