Volver er ein hin besti filmurin í 2006. Hann hevur vunnið í Cannes og 5 European Film Awards og varð Oscar instillaður. Hetta er ein 100% ektaður Almodóvar filmur. Spanskur, sjarmerandi, svakligur og ein dramatisk og melodramatisk pathosdryppandi elskelig komedia frá enda í annan.
Almodovar hevur ikki gjørt betur film síðani Alt om min mor. Hetta er ein stór filmuppliving. DVD-útgávan er eisini framúrskarandi.
6 stjørnur av 6
116 minutter
Eyka: Pedro Almodóvar and the actors (36 min)
Volver in Cannes (17. min).