Volvo C30 og Peugeot Expert

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir sera ymiskir bilar ummældir: Volvo C30 5T og Peugeot Expert, annar ein sport coupé og hin ein miðalstórur vørubilur

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 16. apríl vóru Volvo C30 T5 við 5 syl. turbo bensinmotori við 220 hk, og Peugeot Expert vørubilur við 2,0 HDi dieselmotori við 120 hk.


Volvo C30 5T


Fyrri bilurin var ein Volvo C30 T5, sum er ein sportlig útgáva av C30. Talan er um ein fýra persónabil við leðurkabinu og nógvari útgerð sum t.d. Premium sound ljóðanleggi við 10 hátalarum, el-forsetur við memory førarasetri, xenon forlyktum, parkeringssensorum aftan, cruise-control og 17” alufelgum


2,0 litra (5 syl.) turbo bensinmotorurin við 220 hk hevur botntrekk upp á 320 Nm við 1.500 snún/min og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,7 sek. Hetta ger bilin til eina serliga uppliving, við tað at hann er sera kvikur við og hevur nógva motorkraft, samstundis sum komfortur og koyrieginleikar eru soleiðis, at bilurin á ongan hátt kennist harður at koyra.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 448.000 krónur. Annars kostar C30 úr 255.000 krónum. C30 T5 kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin.


Peugeot Expert


Seinni bilurin var ein Peugeot Expert vørubilur við trimum sitiplássum og fimm rúmmetra stórum vørurúmi.


Bilurin er væl innrættaðar og góður at koyra. Hann hevur allar innbygdar trygdarskipanir sum standard. Instrumentborðið er ergonomiskt rætt, og alt er lætt at at handfara. Girstongin situr í einum paneli í instrumentborðinum.


2,0 litra HDi dieselmotorurin við 120 hk hevur nokk av kraft, botntrekkið er 300 Nm við 2.000 snún/min. Bilurin er lættur at koma runt við í tættari ferðslu í býnum og koyrieginleikarnir eru fastir og tryggir. Vørurúmið er stórt og arbeiðsligt. Dragihurð eru í høgru síðu, og aftan eru tvær stórar hurðar.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 218.000 krónur. Bíligast Expert kostar 210.000 krónur. Peugeot Expert kann síggjast og roynast hjá Auto Service.