Báðir hava teir nýliga fingið eina lættari facelift við designbroytingum bæði uttan og innan. Uttan er designið á lyktum, kúfangarum og kølaragittari broytt nakað umframt aðrar smærri broytingar og innan er meira pláss til at leggja ymiskar lutir frá sær.
Hóast S40 er tann minsti sedan við fýra hurðum hjá Volvo, er talan um ein rúmligan 5- persónabil við yvir 400 litra stórum viðførisrúmi. Tá bilurin kom á marknaðin, setti hann heilt nýggjan standard fyri komforti og trygd í sínum klassa.
V50 er eitt tilboð til tey sum ynskja meira pláss til viðføri og hava annan flutningstørv. Bilurin er sera arbeiðsligur, lessihæddin er lág og hann ber vektina væl. Hóast hann er lastaður, eru koyrieginleikar og komforturin í topp.
S40 og V50 fáast við hesum bensinmotorum: 1.6 litur 4 syl. 100 hk, 1.8 litur 4 syl. 125 hk, 2,0 litur 4 syl. 145 hk, 2.4 litur 5 syl. 140 hk (aut.), 2.4 litur 5 syl. bensin 170 hk og 2.5 litur 5 syl. 220 hk (T5). Dieselmotorarnir eru: 1.6 litur 4 syl. 110 hk og 2.0 litur 4 syl. 136 hk.
Standard útgerðin er t.d. el-rútar (aftan/framman), el-síðuspegl v.hita, hiti í forsetrunum, aircondition, fjarstýrt sentrallás, “follow me home lyktir”, radio v.fløguspælara, fýra hátalarar, tvídeilt baksetur, seks airbag, og ABS bremsuskipan við ESP.
Sparið 23.650 krónur
Væl útgjørdir Volvo S40 og V50 verða í løtuni seldir undir serliga Volvo søluátøkum: "Volvo S40/V50 Life" (eykaútgerð uttan meirkostnað). Klimaanlegg, ferðpilot, lakkeraðar síðulistar, Dala t/tech inntrekk, informatiónsdisplay, make-up spegl v. ljósi og fjarstýring á rattinum. (Bert galdandi fyri 1.6 og 1.8 bensin og 1.6 og 2.0 diesel)
Virði tilsamans kr. 23.650,-
Volvo S40: prísir frá 276.000
Volvo V50: prísir frá 293.000