Volvo vilja nú eisini kappast við teir smærru SUV, sum eru sera væl umtóktir í flestu londum kring um í heiminum.
Hóast Volvo seinasta árið eru komnir við fleiri nýggjum modellum sum XC90, S90 og V90 verður arbeitt við enn einum nýggjum XC40.
Nýggi XC40 verður bygdur yvir plattformin CMA (Compact Modular Architecture), ið verður gjørdur í samstarvi við Geely í Kina, sum eiga Volvo.
Volvo XC40 skal kappast við bilar sum t.d. Mercedes GLA, Infiniti QX30 og Mazda CX-3.
Roknað verður við at XC40 eisini verður gjørdur sum hybridbilur. Volvo XC40 kemur eftir ætlan á marknaðin í 2017.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/