VOX - upplivingin til kór-fjeppararnar

VOX er eitt gospelkór, sum er mannað við nøkrum av teimum bestu sangarunum úr Heimamissiónini. VOX hevur verið til síðani 1998, tá tey fyrstu ferð sungu saman á LUS (Lands Ungdóms Stevnuni hjá Heimamissiónini). Síðani hetta hevur VOX sungið til møtir, konsertir, festivalar og onnur tiltøk runt um í landinum. Eisini hava tey teirra árligu jólakonsert, sum altíð er væl vitjað, í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Kórið hevur millum annað roynt seg saman við kendum sangarum so sum Jessy Dixon og Ettu Cameron. Eisini syngja tey sum stuðulskór til vælumtókta sangin hjá Essa Jacobsen "Tú lyftir meg".
Stílurin er gospel, og á Fjarðafestivalinum fara tey at royna seg við lívligum løgum hjá millum annað Kirk Franklin og Fred Hammond og meira friðarlig og traditonell løg.
Ásbjørn Berthelsen av Strondum stjórnar vælumtókta kórinum. Hann skal seinna í ár stjórna stóra sangskeið kórinum hjá Heimamissiónini.