Voxpop á G!

Jákup Wardum

Hví ert tú á G!?

Eg havi spælt sjónleik til eitt barnatiltak. Og so fari eg at vera her í kvøld, tá tað stóra ballið verður.

Hvat er tað besta við G!?

Eg havi ikki verið á tjaldingarøkinum. Men tað plagar at vera øgiliga gott. Hinvegin er tónleikurin eisini góður, men tað besta er ballið frammanfyri pallin.

Hvat er tað ringasta?

Tað kann verða, at sólin skínur so bjart, og so kemur kaldur vindu brádliga.

Hevur tú skorað á G!?

Nei. Eg havi verið her í tveir tímar, og so havi eg eisini damu. So tað ber ikki ordiliga til.


Dánial Hoydal

Hví ert tú á G!?

Tað er næstan ein traditión og so er stemmingurin eisini so góður. Harumframt er tónleikurin nakað, sum mær dámar.

Hvat er tað besta við G!?

Tað er stemminingurin og so møtti eg eisini unnustuni á G!.

Hvat er tað ringasta?

Havi ikki so nógv ringt at siga, men kanska eru vaktirnir at sindur smáligir við hvørt.

Hevur tú skorað á G!?

Ja, fyri tveimum árum síðan.


Carina Jacobsen

Hví ert tú á G!?

Tí tað rular. Mega kul.

Hvat er tað besta við G!?

Tjaldingarøkið.

Hvat er tað ringasta?

Ehm. Hósdagin, tá tað regnaði. Onki ringt um G!

Hevur tú skorað á G!?

Nei, eg geri ikki sovorið. Eg eri komin at hava tað stuttligt.


Berglind Hafsteinsdóttir

Hví ert tú á G!?

Tí eg havi fingið eina billett. Og so kann eg vera saman við fólki. Drekka og hugna mær.

Hvat er tað besta við G!?

Tjaldingarøkið.

Hvat er tað ringasta?

Musikkurin í ár.

Hevur tú skorað á G!?

Nei, eg havi sjeik.


Leivur Holm Joensen

Hví ert tú á G!?

Tí eg var her í 2007 og tá var tað so forbii festligt. Tað er mest fyri tjaldøkið. Vit eru 10 mans, sum hugna okkum saman, so tað er super.

Hvat er tað besta við G!?

Tjaldingarøkið. Uttan iva. Tað er tað besta. Og so er tað eisini gott, at sólin skínur.

Hvat er tað ringasta?

Eg veit ikki um tað er nakað ringt. Tað einasta er, um tað fer at regna ella okkurt.

Hevur tú skorað á G!?

Hmm... Ja. Jú. Tann fyrsta dagin. Havi havt onkrar djúpar samrøður við onkrar damur, og so havi eg sungið fyri teimum eisini. Eg eri eisini blivin forelskaður tvær ferðir. Hart at vera á G!


Sóley Thomsen

Hví ert tú á G!?

Lurta eftir tónleiki og vera saman við vinum.

Hvat er tað besta við G!?

Tjaldingarplássið og øll tey naknu fólkini, tá tað er gott veður.

Hvat er tað ringasta?

Tá tað regnar, og mann ikki kann fara inn, og tað er kalt.

Hevur tú skorað á G!?

Nei. Ikki enn, men í kvøld verður tað.