VR-Bilar og Esmar Simonsen gjørt avtalu

Sp/f VR-Bilar og P/F Esmar Simonsen gjørt avtalu viðv. Chevrolet (fyrrv. Daewoo)

Bilasølan: Avtala er gjørd millum Sp/f VR Bilar á Hoyvíksvegnum í Havn og P/F Esmar Simonsen á Kambsdali um at VR-Bilar framyvir fara at umboða bilmerkið Chevrolet í Føroyum. VR-Bilar selur frammanundan bilmerkini Volvo og Renault.

Avtalan ber eisini í sær, at P/F Esmar Simonsen fer framhaldandi at selja Chevrolet, vegna VR-Bilar. Harumframt fara fara teir eisini at selja Volvo og Renault vegna VR-Bilar.

Fyri báðar bilasølurnar merkir hetta, at útboðið verður víðkað, so at viðskiftsafólkini kunnu finna sær ein bil til einhvønn tørv og prísklassa. og at viðskiftafólkunum stendur í boði, ein kvalitetsbil við upp til 3 ára mekaniskum garanti fyri ein sera kappingarføran prís.

Verkstað: Verkstaðið hjá Esmar Simonsen á Kambsdali fer framhaldandi at servisera Chevrolet. Hesi viðskiftafólkini kunnu framyvir velja, um teir ynskja at nýta verkstaðið hjá VR-Bilum í Havn, ella verkstaði hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Hetta verður eisini galdandi fyri Volvo og Renault viðskiftafólk. Tó verða ávísar mannagongdir gjørdar, sum viðskiftafólkini verða kunnaði um seinni.


Eykalutir: Goymslan av Chevrolet eykalutum, verður í næstum flutt til VR-Bilar í Havn, sum kann senda eykalutir um alt landið.


"Hendan avtalan fer at betra tænastustøðið fyri verandi Daewoo og Chevrolet-eigarar, umframt at geva okkum møguleika at selja Volvo og Renault bilar í Eysturoynni" sigur Martin Simonsen, stjóri hjá P/F Esmar Simonsen.

"Hetta er ein góð avtala har allir partar vinna - VR-Bilar, Esmar Simonsen, og ikki minst kundarnir hjá okkum", sigur Marni Olsen, stjóri hjá VR-Bilar.


Nærri og fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Marna Olsen, stjóra hjá P/F VR-Bilum, á tel. 322110 / 215099, e-mail: vr-bilar@post.olivant.fo ella Martin Simonsen stjóra hjá P/F Esmar Simonsen á tel. 444405 m/ 584400.