Vrakaður formaður stillar ikki uppaftur fyri Danska Fólkaflokkin

Martin Henriksen, sum stillaði upp sum formaður í Danska Fólkaflokki, men sum ikki varð valdur á landsfunDinum sunnudagin, stillar ikki uppaftur fyri flokkin.

 

Martin Henriksen heldur ikki, at hann hann kann verja nýggja formannin í einum og øllum. Tí kann hann ikki stilla upp fyri flokkin, sigur hann. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Ritzau í morgun.

Martin Henriksen hevur verið fólkatingsmaður fyri Danska Fólkaflokkin í 14 ár, men varð ikki afturvaldur á seinasta fólkatingsvali, tá Danski Fólkaflokkurin hevði eitt sera vánaligt val og misti helmingin av tingmanningini.

– Eg kann ikki stilla upp til fólkatingi, su støðan er nú. Tað vildi verið eitt sindur ov falskt, sigur Martin Henriksen.

– Sum valevni til fólkatingið og sum limur í Fólkatinginum skalt tú altíð kunna verja formannin í øllum. Tað kann eg bara ikki fáa meg sjálvan til at gera, og tí veri eg noyddur at taka avleiðingarnar av, sigur hann.

Við TV2 Øst sigur hann, at hann ikki kann vísa aftur, at tað verður eitt endaligt farvæl til Danska Fólkaflokkin.

Martin Henriksen situr í býráðnum í Stevns Kommunu og er harumframt nevndarlimur í flokkinum.

Morten Messerschmidt fekk á landsfundinum sunnudagin 60 prosent av atkvøðunum. Hini bæði valevnini, Martin Henriksen og Merete Dea Larsen fingu ávikavist 219 og 104 atkvøður.

Undir valstríðnum kom nógv valdsstríð og nógvar persónligar ósemju fram, sum hava verið í kreppurakta flokkinum. Serliga harðligt var orðaskiftið millum Martin Henriksen og Morten Messerschmidt.

Fleiri onnur fólk umhugsa støðu sína í flokkinum eftir formansvalið. Tað snýr seg millum annað um fólkatingslimir floksins, Marie Krarup, Liselott Blixt, Bent Bøgsted og Hans Kristian Skibby.

 

Martin Henriksen heldur ikki, at hann hann kann verja nýggja formannin í einum og øllum. Tí kann hann ikki stilla upp fyri flokkin, sigur hann. - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix