Øvugt hegnskylda?

Á ting er komið eitt uppskot um hegnskyldu, ið brýtur við kanska 1.000 ára hevd á økinum.

Uppskotið er at tey, ið eiga kríatúr skulu hegna hesi burturav vegum og bústøðum.
Verður ognartikið til veg ella útstykkingar, ja so skal tann íð mist hevur eisini gjalda og halda við líka tað tilhoyrandi hegni. Um hetta ikki verður hildið - ja so hevur kríatúreigarin endurgjaldsskyldu!
Verður hetta samtykt so verður helst allur seyður tikin av har vegir og bústaðir eru.
Tað einasta jaliga, ið sigast kann um hetta uppskotið er, at tað setur fokus á stóra trupulleikan, ið ferðslan og nógvir hagar hava av yvirkoyring, mest av seyði. Sjálvsagt er hetta vandamikið fyri fólk og seyð og sera dýrt fyri seyðaeigara, tryggingarfeløg og bileigara.
Tó hevur hetta uppskotið við sær, at óðalsmenn og bøndur eru samdir fyri eina ferðs skyld.
Lagt navn til uppskotið hava Magni, Helgi, Eyðgun, Sjúrður og Torbjørn. Tað sigst, at framtíðarálit sambandsins er pennasjaførur.

Hvat er galdandi nú?
Sum nú er, er kaos á økinum. Og hví er tað tað?
Jú, tað er tí at Landsverk og játtandi myndugleikin – Løgtingið - ikki halda hegnskyldu sína.
»Lov om hegn og markfred«, vanliga nevnd »hegnlógin« er ein partur av sonevndu »gráubók«, ið kom í gildi í 1937 og 38, aftan á næstan tríati ára viðgerðartíð. Hart stóð á gomlum nøglum av hesi lóg, ja so hart, at vit fingu Fólkaflokkin burturúr stríðnum.
Sjálvt um sera fáir bilar og vegir vóru tá, so er lógin á hesum øki framtíðartryggjað, tí í grein 6 stykki 2 sigur Hegnlógin:

»De foranstående regler finder ikke anvendelse på ejendomme, som adskilles ved driftevej for kvæg (geil). I dette tilfælde kan enhver ejer af ejendom, som støder op til vejen eller ligger så nær ved den, at han udsættes for at lide skade ved ved mangel af hegn, kræve hegn mod vejen.
Hegnspligten påhviler alle disse ejere samt de ejere, som benytter vejen som driftevej«.

Greiðari kundi tað valla sigast í 1937.
Við øðrum orðum so eiga okkara 20.000 bilar og nakrir fáir jarðaeigarar at gjalda og halda øll neyðug vegahegn.
Sum samfelagið er nú er upplagt, at Landsverk hevur hesa uppgávu. Um so útreiðslan fer á bilar og jarðaeigarar ella á sama hátt sum aðrar vegútreiðslur, tað vil siga umvegis landskassainntøkur og Løgtingsjáttan, er ein annar spurningur.
Men sum sagt fyri at loysa trupuleikan er einans neyðugt at Landsverk og Løgting akta galdandi lógarverk.

Hvat kann hetta óskilið kosta seyðaeigara?
Semja er um, at ongin hagi er er so meint raktur av seyðamissi av ferðsluni sum Hoyvík.
Í tríati ár hevur, uttan úrslit, verið togast við LV um hegn framvið Kalbaksvegnum.
Í hesi tráti ár eru umleið 900 seyðir farnir. Tað er ein ótrúliga stór gonga. Stórur missur hjá bónda, ferðslufólki og tryggingum. Vónandi eru ikki deyðsvanlukkur hendar av hesum óskili, men tað er ilt at vita.
Vit eiga at fáa skil á hesum óskili ongantíð ov skjótt.
Men at taka áður nevnda uppskot í álvara er »totalt langt úti«.
So langt úti, at tað mest minnir um »pipar og salt«-skemt.
Vónandi vaknar Løgtingið.