Vunnu 3-1 á Skotlandi

Føroyska manslandsliðið í flogbólti er næstfremst í smálandakappingini í høllini á Hálsi í Havn

Føroyska manslandsliðið í flogbólti gjørdi ein vørr í dag við at vinna 3-1 á Skotlandi í smálandakappingini, ið er í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið.

 

Skotland-Føroyar 1-3 (19-25, 25-23, 24-26, 19-25)

 

San Marino, ið Føroyar taptu 2-3 fyri ígjár vann í dag 3-1 á Íslandi.

 

Ísland-San Marino 1-3 (18-25, 18-25, 29-27, 20-25)

 

Í morgin klokkan 14 spæla San Marino og Skotland. Klokkan 17 spæla Føroyar og Ísland. 

 

San Marino hevur fimm stig, Føroyar hava fýra stig, Skotland hevur trý stig og Ísland er aftast við ongum stigi. Ígjár vann Skotland 3-1 á Íslandi (19-25, 25-23, 25-21, 25-19).