Fótbóltur
Føroyska U-17 landsliðið hevði harðliga brúk fyri at fáa ein fjøður í hattin, nú teir eru í undankapping í Portugál í hesum døgum.
Teir høvdu frammanundan spælt tveir dystir ímóti ávikavist Wales og og Portugal, sum teir báðar taptu 4-1. Men í dystinum ímóti Kasakstan gekk betur, tí hann vunnu føroyingar 2-1, sum má metast at vera eitt sera gott úrslit.
Gilli Sørensen, tvøradrongur í Aberdeen og Jógvan Skeel Nolsøe úr HB, skoraðu tey bæði føroysku málini, men ímóti dystarenda fingu kasakhstanar pynta støðuna eitt sindur, tá ið teir fingu eitt mál.
Í Seinna hálvleiki fekk Bogi Reinert Petersen úr Fuglafirði, sum nú er í Vejle, reytt kort, men kortini eydnaðist teimum at vinna og tað ger ikki avrikið minni.
Støðan var annars 1-0 til okkara, tá útvísingin rakti, og tí var fagnaðurin skilliga stórur, tá Jógvan við bara 10 minuttum eftir stútaði Føroyar upp á 2-0.