Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í gjárkvøldiðsíðsta dystin í minikappingini, sum hesa seinastu vikuna hevur verið í Luksemborg. Dysturin var ímóti heimaliðnum, og tað eydnaðist Føroyum at vinna trivaligan 4-2 sigur á Luksemborg. Hetta var nett sama úrslit, sum tá ið Føroyar mánadagin vunnu á Letlandi. Rannvá Andreasen setti hol á í 7. minutti. Fimm minuttir eftir steðgin økti Rannvá um munin til 2-0, og uppaftur tveir minuttir seinni var tað liðformaðurin, Malena Josephsen, sum skoraði til 3-0. Í 57. minutti minkaði Luksemburg um munin, og í 90. minutti var tað Heidi Sevdal, sum legði Føroyar framum 4-1. Í yvirtíðini pyntaði heimaliðið um, so úrslitið gjørdist 4-2 sigur til Føroyar. Tvey mála sigurin vísti seg kortini ikki at vera nóg stórur at vinna kappingina. Kasakstan vann nevnliga 5-0 á Letlandi, og høvdu soleiðis betri málmun enn føroyska liðið.