Føroyska U20-landsliðið hjá kvinnum spældi í dag seinasta dystin í HM-undankappingini, sum Føroyar hava verið vertir fyri í Hoyvíkshøllini hetta vikuskiftið.
Føroyar taptu fyrsta dystin 28-24 ímóti Slovenia fríggjakvøldið, og í dag var so dysturin ímóti Turkalandi, sum í gjár tapti 25-21 ímóti Slovenia.
Tað gekst væl hjá Føroyum í fyrra hálvleiki, og tað komu nógv mál. Føroyar fóru til hálvleiks á odda 17-14.
Seinni hálvleikur byrjaði ikki væl hjá teimum føroysku, tí eftir sjey minuttum var leiðslan etin upp og Turkaland legði seg á odda 19-18.
Turkaland hevði leiðsluna fyri tað mesta, men Føroyar vann seg framum 25-24 og varðveitti eisini eina tepra leiðslu síðstu løtuna, sum skuldi vísa seg at blíva avgerandi.
Tað endaði við, at Føroyar vann dystin 29-27 og harvið vann sær annað plássið í bólkinum. Slovenia, sum vann ímóti bæði Føroyum og Turkalandi, endaði fremst og hevur vunnið sær atgongd til HM-endaspælið.
Føroyar – Turkaland 29-27 (17-14)
Føroyar: Maria H. Weyhe 13, Súna K. Hansen 5, Tóra Eliasen 4, Jansy Jacobsen 4, Siw Matras Larsen 3
Turkaland: Sibel Gundogdu 7, Beyza Karacam 5, Bilgenur Ozturk 4, Meltem Arslan 4, Edanur Arslan 4, Cansu Akalin 2, Eda Nur Kilic 1