Tá ein kappróðrarbátur skal gerast klárur til ein stevnuróður, eru nógvar fyrireikingar. Nærum hvørja viku verður báturin vaskaður og bonaður. Áðrenn tað verður gjørt, verða bæði árar og róður tikin úr bátinum. Alt verður kannað at tryggja, at onki óvæntað hendir undir sjálvum róðrinum.
Menninir á Stráluni fyrireika seg eisini á hendan hátt. Komnir til Miðvágs leygardagin, stóðu teir sum kánus, tá teir varnaðust, at ongar árar vóru í bátinum. Teir høvdu gloymt at leggja tær í aftur bátin, áðrenn hesin varð settur á vognin og koyrdur vestur til Miðvágs.
Einum riddara so líkt, var tað seksmannafarið, Riddarin úr Miðvági, sum bjargaði truplu støðuni hjá Stráluni. Riddarin er einans mannaður við kvinnum, so Strálan slapp at læna árarnar frá Riddaranum. Glaðir fór manningin á sjógv við bátinum, tí teir høvdu nakað at rógva inn aftur frá fyrru stevnu, tá teir vóru kolldømdir undir róðrinum.
Men at teir skuldu vinna róðurin, høvdu hvørki teir ella nakar annar roknað við. Kappingin sá út til at skula standa millum Gongurólv og Jarnbard allan vegin, men Strálan var eisini væl við. So mikið væl við, at tá bátarnir fóru um málið, var Strálan fyrst. Sjálvt Jógvan Arge hevði yvirsæð strandingarnar, sum róðu heilt tætt við útvarpsbátin. Tá bátur rør so tætt við, kann tað vera ilt at meta um, hvar hann er staddur í kappingini.
- Hann rópti bát nummar eitt at vera fyrstur, Jógvan, segði Rúni Jákupsson av málinum, tá róðurin var av.
- Tað er Strálan!?!
Tað gekk ein lítil løta, áðrenn úrslitið bleiv váttað, men so var greitt, at tað var Strálan og ikki Gongurólvur ella Jarnbardur, ið fór fyrst um málið.
6 mannafør menn
1 Strálan 04:39.09
2 Jarnbardur 04:39.24 1G
3 Gongurólvur 04:40.08
4 Sundabáturin 04:40.14
5 Sølmundur 04:42.22
6 Hósvíkingur 04:44.07
7 Lómur 04:46.09
8 Víkingur 04:48.20
9 Smyril 04:50.05
10 Páll Fangi 04:50.20
11 Stjørnan 04:51.06
12 Kollfriðingur 04:58.15
13 Fuglfirðingur 05:03.02
Myndatxt:
Við árunum frá Riddaranum úr Miðvági eydnaðist tað monnunum á Stráluni at vinna róðurin hjá seksmannaførunum við monnum
Myndarøð:
Eyguni vóru einans vend móti Jarnbardi og Gongurólvi, sum vóru so tættir leygardagin í Miðvági, at fá mundu tey vera, ið løgdu tilmerkis Stráluna, sum streyk framum í seinastu tøkunum