– Vunnu vit, so kærdi VÍF

Gurið Mortensen, venjari hjá VB, heldur at kærumálið um VÍF-dystin fer at gera, at øll nú fara at ansa øgiliga væl eftir, at dómaraseðilin er í lagi, áðrenn dystur byrjar.

– Vit eru glaðar fyri, at vit fáa umdyst, og hóast ein feilur eisini varð gjørdur frá okkara síðu, var talan um alt ov nógvar feilir, sigur spælandi venjarin hjá VB, Gurið Mortensen.

Hon er samstundis sannførd um, at hevði dysturin fingið eitt annað úrslit, so VB hevði vunnið, hevði tað bara verið VÍF, sum kærdi í staðin:

– Laila Jespersen slapp jú at spæla dystin, sjálvt um hon upprunaliga ikki stóð á dómaraseðlinum. Tað var okkara einasti feilur, at vit ikki høvdu sett hana á seðilin, sigur Gurið.

– Eg veit ikki, um vit høvdu væntað at fingið nýggjan dyst, tá vit kærdu, men eitt ella annað stað hevði eg kanska væntað tað, tí eg haldi avgerðina vera fullkomuliga í lagi, tí har vóru so nógvir feilir.

Ansa betur eftir
Tað, sum hendi í Vestmanna tann 27. oktober, og sum avdúkaði, at alt ikki var í lagi við dómaraseðlinum, var, at miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Laila Jespersen eina ávaring, beint eftir at VÍF hevði skoraði til 11-7.

– Eg føldi bara, hvussu heit, eg bleiv, tí tá kom eg í tankar um, at eg slett ikki hevði skrivað hana upp á dómaraseðilin, sigur Gurið Mortensen, sum – fyri at fáa Lailu uppá – bað dómaraborðið um at strika seg út í staðin.

– Tað var ein panikkhandling, so aftaná bað eg teir so um at býta um, so eg eisini stóð á seðlinum, men tá søgdu teir, at tað var ov seint. Men okkara grundleggjandi feilur var, at vit ikki beinanvegin varnaðust, at bara 14 spælarar passaðu upp á seðilin og ikki 16, sum tað átti at verið.

Gurið Mortensen væntar ikki, at hetta málið fer at elva til eina rúgvu av kærum, men at tað heldur fer at gera, at øll nú fara at ansa øgiliga væl eftir, at alt er í lagi við dómaraseðlinum, áðrenn ein dystur fer í gongd.