Øvuta landið

(Barnaríma)

 

Eg kenni átjan oyggjar,

Eg kenni nítjan fólk,

Sum reka fyri vág og vind

Í hunangi og mjólk.


Tey eiga tjúgu bilar

og einogtjúgu skip

Og síggja helst seg sjálvi sum

Sín størsta halgigrip.


Tey koyra undir sjónum

Og sigla millum fjøll

Og fara uppá gólv, tá

Tey eru einsamøll.


Tey hava eittans eyga,

Ið grætur, tá tað lær,

Tað situr mitt í búkinum,

Har áður nalvin var.


Og fólkini tey elska

Hetta land, sum bert er til

Í huganum hjá teimum,

Ið nýta vit og skil.


Í landsins høvuðsstaði

Eru fólk flest høvuðleys,

Har síggjast bara kroppar

Uttan háls og uttan heys.


Tey tvassa runt í heilum

Og vilt tú vita hví ?

Tey hava einki høvd at

Hava sínar heilar í.



66