VW Transporter sum kølibilur

Onki er at ivast í at krøvini til tær fyritøkur ið flyta kølivørur gerast alsamt strangari.

Í hesum sambandi hevur Bilasølan v. Øssur Johannesen fingið ein VW Transporter kølibil á goymslu. Bilurin er sera væl egnaður til teirra ið flyta vørur sum mugu halda temperaturin undir flutninginum.

Uttan sær bilurin út sum ein vanligur Transporter, einasti munurin er at innanfyri rútin í baklúkuni er hvít bjálving. Inni í kassanum, sum er væl bjálvaður allan vegin runt, er ein kompressari ið kann køla rúmið frá +25 stig til +5 stig uppá 35 minuttir. Rúmið er hvítt við jarnplátum í dúrkinum. Eisini er ein hyll, ið er hekt uppá veggin og kann flytast eftir egnum ynski. Møguleiki er eisini fyri at seta fleiri hillar upp.
Lastar 1100 kg
Bilurin er ein VW Transporter Economy við 75 kh dieselmotori. Totalvektin er 2650 kg og bilurin lastar 1100 kg. Møguleiki er fyri at fáa kølianlegg sett í flestu variantarnar av VW Transporter. Prísurin fyri hendan bilin við kølianleggi er 235.000 kr. + MVG. Lars Egemose, sølumaður hjá Bilasøluni, sigur at øll áhugaði eru vælkomin at venda sær til teirra, fyri at fáa meira at vita um bilin og hvørjir møguleikar eru við einum slíkum kølibili.