Wagner-hermenn aftur á hermótinum í Ukraina

- Samstundis, sum ukrainski herurin gongur fram har suðuri í landinum, verður sagt, at ein bólkur av Wagner-hermonnum aftur eru á hermótinum í Ukraina, veit NRK at siga.

 

 

Fyrrverandi guvernørurin í Luhansk-regiónini í Ukraina, Serhij Hajdaj, sigur í einari sjónvarpssamrøðu við rásina, News24 Ukraine, at Wagner-hermenn eru aftur á hermótinum í Ukraina.

 

Tað var annars í august í ár, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, læt lív í einari flogvanlukku í Russlandi. 

 

Serhij Hajdaj vil vera við, at Wagner-hermenn eru aftur við hermótið í Luhansk-økinum, men fyrrverandi guvernørurin sigur einki um, hvussu nógvir hermenninir eru, og ei heldur hvørjari leiðslu, teir virka undir.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í dag, og víst verður til ymiskar keldur.

 

Sambært greiningarfyritøkuni, Institute for the Study of War, sigur ein kelda, sum hevur tilknýti til Wager, at talan er um 500 hermenn.

 

Tá eru eisini teir hermenn íroknaðir, sum ikki vildu taka lut í hergonguni móti Moskva hin 24. juni í ár.

 

Eftir miseydnaða uppreisturin hjá Jevgenij Prigozjin móti Vladimir Putin, forseta og hansara verjuleiðslu, tóku Wagner-hermenninir seg úr Ukraina. At Wagner-hermenn nú aftur eru í Ukraina er fyribils ikki váttað av óheftum keldum, veit NRK at siga.

 

Institute for the Study of War, heldur, at tað fer at hava lítlan týdning fyri russisku krígsførsluna í Ukraina, um nakrir Wagner-hermenn eru her ella ei - og ikki nær til so stóran týdning, sum teir høvdu, tá teir vóru undir leiðslu av fyrrverandi leiðaranum, Jevgenij Prigozjin.