»We give You the praise«

Fyri fyrstu ferð í føroyskari gospelsøgu, upplivdu vit í Føroyum tann amerikanska gospelsangaran Jessy Dixon. Hóast ikki so væl kendur og so nógv spældur her heima, so kann ikki takast frá honum, at hann er verunliga eitt stórt navn innan sokallaða »black-gospel«-stílin og hevur so nógvar krediteringar at vísa á, at hann hóast sín nú høga aldur, so verða honum unt mong góð ár enn. Lógvabrestirnir vístu týðuliga, at lurtarafjøldini hóvaði henda frálíka sangara og framførsluni sum heild.

Leygarkvøldið var Norðurlandahúsið fultsett, og tað lá líkasum í luftini, at her fór okkurt gott og óvanligt at henda. Jessy Dixon er jú eitt sera væl kent navn innan gospeltónleikin, og hevur enntá fingið heitið »King og gospel«, so her var jú talan um ein serstakan persón. Fyrsta pláta hansara »It´s alright now« kom út í 1978 og har fær Jessy frálíkt ummæli frá vælkenda Paul Simon úr bólkinum Simon and Garfunkel. Teur báðir samstarvaðu í fleiri ár, m.a. kórið hjá Jessy, tað vælkenda »Jessy Dixon singers« lúttók saman við Simon and Garfunkel. Jessy ferðast 4 mánaðir hvørt ár og á hvørjum ári er hann 4 vikur í Europu, fyri tað mesta í Norðanlondum. Hina tíðina nýtir hann aðrastaðni runt allan heimin, og seinastu árini hevur hann verið fastur luttakri í vælkendu røðini »Gaither Homecoming« sum hevur gingið sína sigursferð um allan heim, bæði við fløgum og kanska serliga við videobondum. Røðin kallaðist upprunaliga »Good friends«, men hevur nú skift navn.

Við sær hevði Jessy kvinnuligan klaverleikara, Elsa at navni. Tað bæði sást og hoyrdist, at tey samstemmaðu sera væl. Elsa hevði eina frálíka rødd, eins og fylgispæl hennara var framúr gott. Tey byrjaðu einsamøll við at framføra meiri enn tann fyrsta tíman, við sera væl kendum gospelslagarum, sum t.d.: »Everywhere You go«, »It is well with my soul«, »He´s got the whole world in his hand«, »This little light of mine«, og so nakrar negro-spirituals, sum t.d. »Motherless child« og aðrar góðar. Tað forkunnuga við hesi framførslu av Negro-spiritual sangunum var, at Jessy dugdi sera væl at greiða frá søguligu bakgrundini fyri hesum sangum, ið sum kunnugt komu fram ímillum svørtu trælirnar, ið upprunaliga komu frá Afrika, haðani teir vóru burturfluttir, sum søluvøra til amerikanskar ríkmenn. Tað sýnist, sum at tekstirnir bera brá av longsuli til Himmalin, men so er ikki, fingu vit at vita frá Jessy. Verunliga so stóð longsulin heim aftur til heimalandið Afrika. Men, kortini so var Himmallongsulin har, eins og longsulin eftir Guds hjálp í teim sváru løtunum.

Jessy hevur jú ferðast nógv og ofta í Europu og kanska serliga í Norðanlondum. Oftast man hann nokk hava vitjað Norra, har hann segði seg vera blivnan inspireraðan av vølrum sálmaløgum. Vit fingu at hoyra vakra lagið »Abide with me«, har Jessy sjálvur spældi klaverið og Elsa sang saman við. Meðan kórið kom inn á pallin fingu vit eisini ein smakk av Gaither Homecoming sangi, sum Jessy eisini er luttakri í. Hann sang frálíka vakra sangin »Gone« ? og so var latið upp fyri einum heilt øðrum stíli.

3 føroysk gospelkór ? »VOX«, »Siloakórið« og »United Voices« samanblandað í eitt kór, tað má blíva gott, og so var. Uml. 80 ungfólk byrjaðu við vakra lagnum »Praise Hymn« og so kom Jessy rættuliga við saman við lokalum solosangarum. Vit hoyrdu Lailu (Carlsen) Hansen syngja solo í sanginum »God´s building a church«, og hesum partinum kom Laila bara væl frá, í hvussu so er smíltist Jessy og sýntist væl nøgdur. Vit fingu eisini løg, sum t.d. »He´s building your life today«, »Heaven is my home« og »We give You the praise«. Her slapp frálíki Heini Lützen framat og sum altíð, so megnaði hann hesa uppgávu av tí allar besta.

Aftaná stuttan steðg var aftur sett í gongd, og her fingu vit »I saw the light«, »Give Him all the praise«, »Let´s magnify the Lord«, »You are welcome to this place«. Her sá tað so út til at konsertin var at enda komin, men nei, fjøldin vildi hava meir og tað fekk hon. Aftaná blómu- og gávuhandan fingu vit sera vøkru variatiónina av lagnum »Lean on me«, har øll fingu loyvi at vera við við faktum. Og so kom sjálvt punktummið við vakra, vælkenda lagnum hjá Walther Hawkins: »Oh, happy day«.

Samanumtikið kann sigast, at konsertin var eitt stórt upplivilsi. Tann andaliga tyngdin hvíldi eisini yvir framførsluni. Jessy dugdi frálíka væl at greiða frá og lýsa sangirnar og vit upplivdu ein verunligan stóran sangara vísa síni kynstur. Tað hoyrir við til eina konsert sum hesa.

Jessy endaði ferð sína á hesum sinni við leygarkvøldinum og sigast má at eitt rættuligt punktum varð sett við hesi konsertini. Jessy var sera væl nøgdur við lurtarafjøldina, sum sera væl dugdi at vera við, bæði við sangluttøku, klapping or rørslum. Hetta hevur serstakan týdning fyri tann og tey, ið framføra, at ein kensla er av, at tað verður givið nakað og at boðskapurin nær út. Gospeltónleikurin er jú ein livandi tónleikur, so, at tað verður klappað og faktir verða gjørdar, tað hoyrir til.

Eg má geva tónleikarum og sangarum okkara eitt herðaklapp. Gunnar Guttesen við sínum tónleikarum, Eyðun á Lakjuni og Ásbjørn Bertelsen, ið stóðu fyri kórpartinum og Eirikkur Skála fyri blásarunum, og so ikki minst tit 80, ið sungu. Vit eru sera rík sum tjóð, at hava tykkum soleiðis aktiv í Harrans tænastu. Tað er eisini at fegnast um, at tað ber til at standa saman sum ein eind, hóast vit koma úr ymsum pørtum av føroyska trúarlívinum. Haldið á ? og vit koma fegin aftur at lurta eina aðru ferð.