Wenger undir ákæru

Arsenal-venjarin Arsene Wenger verður nú ákardur av enska fótbóltssambandinum FA fyri ósportsligan atburð í sambandi við rokdystin millum Manchester United og Arsenal herfyri, sum United vann 2-0.
Eftir dystin fanst Arsenal-venjarin hvassliga at hollendska áleyparanum hjá United, Ruud van Nistelrooy, serliga fyri eina takling á Ashley Cole hjá Arsenal. Nistelrooy hevur fingið tríggjar daga leikbann fyri hesa takling, men Wenger hevði eisini at atburðinum hjá Van Nistelrooy sum heild.
Tá ið málið móti Arsene Wenger er avgreitt, er síðsta orðið í sambandi við rokdystin eisini sagt, verður sagt úr enska fótbóltssambandinum.