West Ham aftur í Premier League

West Ham verður aftur at síggja í Premier League komandi kappingarár. Teir vunnu í dag 2-1 á Blackpool í finaluni um at flyta upp. Ricardo Vaz Te skoraði avgerandi málið tríggjar minuttir fyri tíð.

 

West Ham er triðja og seinasta liðið, sum flytir upp í Premier League komandi kappinarár. Reading og Southampton vunnu sær beinleiðis uppflyting, meðan West Ham vann sokallaðu “Play-off” finaluna. Tað eru liðini frá triðja til sætta pláss, ið spæla um seinasta plássið.

 

West Ham kom á odda við málið frá Carlton Cole í fyrra hálvleiki. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Thomas Ince, ið er sonur fyrrverandi Manchester United og Liverpool miðvallaran, Paul Ince.

 

Tríggjar minuttir fyri tíð megnaði Blackpool verjan ikki at rudda vekk og so endaði bólturin fyri føturnar á Ricardo Vaz Te, ið lættliga kundi tryggja London-felagnum luttøku í Premeir League komandi kappingarár.

 

Bæði West Ham og Blackpool fluttu niður fyri einum ári síðani.