West Navion kós móti Atlantsmótinum

Risastóra oljuskipið West Navion siglur nú við fullari ferð móti leiðini millum Føroyar og Hetland. Ætlanin er at seta borin í um mánaðarskiftið

Oljuleiting


Mánadagin gjørdi tað av føroyingum nógv eftirspurda og umrødda boriskipið West Navion sítt arbeiði út fyri Nova Scotia í Kanada liðugt og setti kós móti Atlantsmótinum. Sambart oljublaðnum Uppsteam er skipið nú heilt liðugt við sína boring fyri Marathon. Boringin, sum hevur verið nógv seinkað av ymsum orsøkum, vísir seg at kunna goyma eitt gassfund. Tað er tó enn ov tíðliga at siga nakað um, antin tað er lønandi ella ikki skilst á blaðnum. Hetta eru tó góð tíðindi fyri tey, ið har vara av.

Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess, fegnast um, at tað loksins er eydnast at fáa skipið, sum teir nú hava bíðað eftir í nakrar mánaðir. Hann sigur skipið fer at vera á leiðini vestan fyri Hetland, skamt frá føroyska markinum seinast í hesum mánaðinum tvs. 28. ella 29. august, soleiðis at boringin kann byrja mánaðarskiftið august/september. Hetta er væl seinni enn ætlað. Upprunaliga varð roknað við, at boringin skuldi vera í juni ella juli. Tað er greitt, at henda seinkan er ikki serliga heppin fyri Hess og The Faroes Partnership, tí tess longur tað gongur út á heystið, tess torførari verður at arbeiða í hesum økinum við nógvum vindi og høgari aldu fyri ikki at siga við ódnarveðri.

Ætlandi skal boringin taka einar 70 dagar. Hesaferð verður tað so eisini farið undir at testa brunnin, tvs. at verður rakt við kolvetni, so verður ein lítil royndarframleiðsla móti endanum av boringini. Tað verður so eftir øll at døma í seinnu helvt av oktober ella fyrst í november. Ben Arabo vónar sjálvandi, at teir finna olju og at líkindi verða til at testa. Í ringasta føri kann áhaldandi ódnarveður í vetur forða fyri eini royndarframleiðslu, nú boringin er so nógv seinkað. Ben Arabo vónar kortini, at hetta fer at koyra eftir ætlan.

Brunnurin, sum er eitt slag av avmarkingar- og eftirmetingarbrunni, tvs. ein appraisalboring, skal kunna geva fleiri upplýsingar um fundið, sum varð gjørt á føroyska landgrunninum í fjør. Eitt fund, sum serfrøðingarnir hjá Hess meta liggur báðumegin markið. Stóru spurningarnir eru, um goymslan er nóg stór til at verða lønandi, um onnur jarðfrøðilig viðurskifti eru í lagi og hvar størri parturin av feltinum liggur ? á føroyskum ella bretskum øki. Sosialurin hevur frá keldum fingið upplýst, at tað er ikki óvist, at størri parturin av fundinum kann liggja á bretskari síðu. Men hetta hava vit ikki fingið váttað.

Nú brunnurin verður boraður í bretskum øki verða veitingarnar eisini úr Aberdeen skilst. Brunnurin hoyrir eisini undir skrivstovuna hjá Hess í Aberdeen og fer skrivstovan í Havn tískil ikki at hava nakað beinleiðis við boringina at gera, tó at tað verður fylgt væl við, nú talan møguliga er um eitt og sama felt, tað, sum funnið varð í Føroyum í fjør.