Tað er Grunnurin Sluppin, ið var stovnaður í 1962, til tess at vísa nú- og eftirtíðini hvørjum korum fiskimenninir livdu og arbeiddu undir, ið hevur tikið stig til at umvæla Wetward Ho.
Í 1966 keypti Grunnurin Sluppin Westward Ho frá táverandi eigaranum á Tvøroyri. Sluppin lá síðani á Havnini og silgdi mest leigutúrar. Tað eru m.a. frá hesum leigutúrunum, at fíggingin til umvælingina er komin. Eisini er góður stuðul fingin bæði frá privatum og almennum.
Síðani 1997 hevur Grunnurin arbeitt ítøkiliga við umvælingar verkætlanini, og fyri uml. tveimum árum síðani, fór gamla sluppin til Fraserborough, har umvælingin er farin fram.
Tað hevur gingið seint við umvælingini, tí alt er goldið so hvørt. Fyrsti partur av arbeiðnum var at skifta dekkið og bondini í skrokkinum og at kalfatra. Síðani lá arbeiðið leingi stilt, tí fígging skuldi útvegast til næsta byggistig. Sostatt hevur sluppin onga skuld, hóast hon nú at kalla er gjørd av nýggjum.
Tórshavnar býráð í myndina
Í Nevndini í Grunninum Sluppin eru Egil Simonsen, formaður, Leo Clothier, Jónsvein Lamhauge, og Christian Christiansen. Nevndin hevur fyriskipað alt arbeiðið við at umvæla Westward Ho, tó við góðari hjálp frá fólki, ið hava verið fús at rætt eina hjálpandi hond. Nógv sjálvboðið arbeiði er gjørt umborð, og tað hevur uttan iva spart Grunninum nógvar krónur.
Tórshavnar Skipasmiðja mátaði og teknaði sluppina upp til endaliga umvælingararbeiðið, sum varð framt í Skotlandi.
Ein annar av dyggu stuðlunum hevur verið Tórshavnar býráð, sum kom uppí verkætlanina eftir at fyrsta byggistig var liðugt. Býráðið fer eisini at eiga sluppina, tá hon kemur til Havnar aftur og Grunnurin Sluppin fellur somuleiðis undir býráðið. Býráði fer harvið at hava fullan avgerðarrætt til, hvussu sluppin skal nýtast.
Bygd av nýggjum
Jónsvein Lamhauge, havnameistari, hevur verið umboð fyri Tórshavnar Kommunu í nevndini. Hann fegnast um, at endi nú sæst á arbeiðnum, sum hevur gingið nakað seinni enn væntað. Á heimasíðuni hjá Westward Ho sæst nevniliga, at ætlanin upprunaliga var, at fáa sluppina klára til tá Norðuratlantsbryggjan lat upp í 2003. Hetta eydnaðist tó ikki. ?Arbeiðið hevur gingið so striltið, tí vit máttu finna fígging ímillum hvørt byggistig. Nú vóna og vænta vit bara, at írestandi arbeiðið gongur sum tað skal, soleiðis at sluppin kann koma heim síðst í oktober, sigur hann.
Jónsvein sigur, at sluppin faktiskt er gjørd av nýggjum. ? Bæði dekkið, skrokkurin, seglið, rigningur, lugarið og allar tekniskar innleggingar eru nýggjar. Alt er tó bygt sum tað var á gomlu sluppini. Hon skuldi sostatt sæð út sum hon gjørdi, tá hon fór til umvælingar. Har lastin var, hava vit tó fingið eina salong nú, men vit hava roynt at hava tað í sama stílið, greiðir Jónsvein Lamhauge frá.
Hann sigur, at ætlanin er, at skúlar skulu kunna gera brúk av Westward Ho, soleiðis, at næmingarnir kunnu fáa eina mynd av, hvussu sjólívið var. Eisini fer hon at gera útferðir og styttri túrar. ? Tað verður býraði, ið fer at hava avgerðarrættin, men hetta er ætlanin, sigur Jónsvein. Hann sigur, at arbeiðið umborð á sluppini fer at verða sjálvboðið.
? Àðrenn sluppin fór til umvælingar, høvdu vit ein stóran skara av fólki, ið vóru áhugað í sluppini, og sum gjørdu eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Vit vóna at fáa fatur í tey fólkini, nú tá sluppin kemur heimaftur, sigur Jónsvein. Hann sigur tað ongan iva verða um, at áhugin framvegis er stórur. ? Tað eru heilt víst ógvuliga nógv fólk, ið hava áhuga í sluppini, sigur hann. ? So vit vóna, at tey fara at taka ímóti sluppini sum eitt frítíðarítriv.
Westward Ho fer at sigla um summarið, og um veturin verður høvi at nýta hana til ymisk mentanarlig tiltøk. Ætlanin er, at hon skal fáa sítt gamla pláss á Havnini aftur, nevniliga undir Müllers Pakkhúsið.
Fólk til jomfrútúrin
À heimasíðuni hjá Westward Ho, er ein lýsing eftir áhugaðum fólki, at sigla sluppina aftur til Havnar. ? Vit hava ikki sett nøkur førleikakrøv sum so, men ætlanin er, at tey, ið fara niður eftir skipinum, skulu rigga tað síðsta til, t.d. at sláa seglið undir hana. So tað er sjálvsagt ein fyrimunur, um tað koma fólk, ið vita hvat tað snýr seg um. Ætlanin, við at søkja eftir fólki, er eisini at knýta fólk til sluppina, sigur Jónsvein. Hann sigur, at eftirsum størsti parturin av arbeiðnum framyvir fer at verða sjálvboðin, er gott at hava nøkur fólk knýtt at skipinum.
Í vikuni verður motorurin settur í, og mastrar og rundholt fara niður í komandi viku.
Tey, ið hava hug at mynstra fyrsta túrin skulu seta sær eina viku av, tí seglini sum sagt skulu riggast til, áðrenn lagt verður frá landi. Áhugað kunnu venda sær til Poul Clementsen á vit5@post.olivant.fo. Enn er endaligi fráfaringardagurin ikki fastlagdur.