Nú fáa vit føroyingar okkurt annað at fylgja við í enn X-Factor, tí í apríl byrja sendingarnar hjá Paul Watson og Animal Planet um Føroyar og grindadráp.
Helst vóru tað fleiri, sum ikki væntaðu, at sendingin hjá Watson fór at vera send á bretsku rásini, tí eingin grind varð dripin tær vikur Paul Watson var í Føroyum.
Men kortini hava tey megnað at gjørt eina sending burturúr hansara uppihaldi í Føroyum, og nú lýsa tey við, at sendingin Whale Wars: Viking Shores byrjar fríggjadagin 27. Apríl.
Tú kanst síggja ein brellbita frá sendingini her:
press.discovery.com/ekits/whale-wars-viking-shores/