Whale Wars til Føroya

Rás2 visti í gjár at siga, at sendingin Whale Wars á Animal Planet, er ávegis til Føroya at gera ein part til vælumtóktu sjónvarpsrøðina.

Sum skilst telur liðið tíggju fólk, sum væntandi vera í Føroyum innan ein viku.

Whale Wars er sjónvarpssending, sum fylgir Sea Shepard og Paul Watson og teirra royndum at steðga eitt nú grindadrápi. Fyrsti partur í røðini varð frumsýndur á heysti 2008, og 3. juni í ár varð fyrsti partur av fjórða umfari av røðini víst. Higartil hava upptøkurnar av Watson og hansara harkaliði í stóran mun verið gjørdar, tá teir hava verið eftir japanskum hvalaveiðumonnum, men sambært Rás2 koma teir nú til Føroya.