Í kvøld fær Mentanarhúsið í Fuglafirði eina heilt serliga vitjan. Talan er um tónleikalegenduna, Mike Tramp, ið er mest kendur sum sangari í danska 70ara bólkinum, Mabel, og stovnari og sangari í amerikanska 80ara bólkinum, White Lion.
Tað var í 70unum og 80unum, at Mike Tramp gjørdi vart við seg á tónleikapallinum. Bæði í Europa og í Amerika.
Í 1976 gjørdist Mike sangari í Mabel, einans 16 ára gamal, og 2 ár seinni er hann við til at vinna Dansk Melodi Grand Prix við sanginum ”Boom Boom”, saman við bólkinum Mabel.
Í 1982 flutti hann einsamallur til New York, og eitt ár seinni stovnaði hann White Lion saman við guitaristinum Vito Bratta. Serliga kend eru løgini When the Children Cry og Wait.
Seinast í 90unum fór Mike Tramp í gongd við eina solokarrieru. Frá 1998 til í dag hevur Mike Tramp útgivið 7 soloútgávur, 2 liveupptøkur og eina fløgu saman við White Lion (í 2008), samstundis sum hann hevur spælt konsertir aftur saman við White Lion og verið support hjá KISS í Gigantium (í 2010). Hann gav út sína seinastu solofløgu í ár, og er í løtuni á konsertferð, har hann spælir akustiskar solkonsertir í Danmark, Svøríki, Týsklandi og nú eisini í Føroyum.
Konsertin í Mentanarhúsinum er ein akustisk solokonsert, og tey, sum ogna sær atgongumerki, sleppa at sita niðri alla konsertina, tí talan er um eina intima sitikonsert, har einans 380 fólk sleppa inn at lurta.
Hetta er einasta konsert hjá Mike Tramp í Føroyum á hesum sinni.
Konsertin við Mike Tramp byrjar kl. 20.00.